Nú er tað so yvirstaðið og eg eri vorðin eitt sindur klókari uppá ljós og ljóð, um enn har væntar nakað (nógv).
Tað var Árni Baldvinsson, sum hevði ljósskeiði og Jóannes Steingrund, sum hevði ljóðpartin. Tað um ljós skilti eg væl betur enn tað um ljóð. Havi eisini eitt sindur hægri støði í ljósvitan, eftirsum eg var á hasum ljósdesign-skeiðnum í 3 vikur í NLH, tá Antigone varð settur upp. Tá var tað sviðin Eric Westerlund, sum hevði skeið.
Hetta skeiði var eisini meira at snodda til evni, ein dagur til ljós og ein til ljóð.
Ljóð er øgiliga matematiskt, nógv at hasum koblar ein garvaðan málsling sum meg av, næstan beinanvegin, men eitt sindur klókari bleiv eg kortini.
Ljós er bara so ótrúliga facinerandi. Bara hetta við at gundlitirnir í ljósið als ikki eru teir somu, sum eg havi vita um, síðani eg var smábarn, tað er til at gerast í ørviti av. At hugsa tær: Tú blandar reytt, blátt og (halt tær nú fast) grønt! og fært hvítt! Tú blandar reytt og grønt og fært GULT!
Er tað ikki bara garrvilt?! Og tað ringasta av øllum: Hetta er meira veruligt enn hitt, tí tað er hetta vit veruliga síggja, hitt, sum vit hava lært upprunaliga, er bara nakað sum vit halda vit síggja...... Huff......
No comments:
Post a Comment