Friday, May 20, 2011

Leikhúsið verður málað 3

Nú er fyrsti liturin komin á leikhúsið. Tann vakri myrkablái liturin.



Leikhúsið stendur enn á Sjóvarloftinum í Leynum, har er akkurát pláss at mála.



Sum tað er roksut at seta av til strípur, men vónandi verður úrslitið stríðið vert.


Tveir leikarar í kulissunum.

Leikhúsið verður málað 2

Nú er so langt komið, at leikhúsið skal pyntast, altso at fronturin skal málast. Her eru nakrar skitsur av litsamansetingunum. Navnið er ikki endaligt, tað kenni eg ikki enn. Hetta var bara, tí okkurt skuldi standa á skitsuni.
Helst verður tað ein av hesum ovastu litsamansetingunum.

Wednesday, May 18, 2011

Leikhúsið verður sett saman

Nú er so langt komið, at leikhúsið kann verða sett saman. Sirius og eg fóru til Leynar og hjálptu babba at seta alt saman á Sjóvarloftinum í Leynum.
Eitt sindur av putli var, men alt gekk at seta saman. Tó høvdu vit trupulleikar av orkesturgrøvini (sum ikki fer at innihalda nakað orkestur, men bara frontljós). Tilfarið var ov tjúkt, 6 mm reytt meranti. Tað verður neyðugt at keypa eitt stykki av 4 mm í staðin.

1. trupulleikin var, at leikhúsið var ov høgt til Sjóvarloftið.
Babba avgjørdi at saga nakrar sentimetrar av bjálkunum heldur enn at hava leikhúsið inni í verkstaðnum.


Sunday, May 1, 2011

Revurin við silkiturriklæðinum

Her eru so teir leikararnir, vit higatil hava til leikin "Revurin í silkiturriklæðinum".


Liška í leiklurinum sum Revurin
Hermia Flynn í leiklutinum sum Elsta systir
Dahlia Flynn í leiklutinum sum Miðlingasysturin
Ulf Boman í leiklutinum sum vaktarmaður
Vilma Myska í leiklutinum sum tann feita drotningin
Massimo D'Angeli í leiklutinum sum prinsurin
Oktavian Raz í leiklutinum sum Tann óndi Trøllmaðurin
Kreslit hevur ein heilt lítlan leiklut sum dreki

Enn væntar okkum leikaran til høvuðsleiklutin, yngsta systurin og tveir smáar leiklutir sum mús og eitthvørt vandamikið kettudjór. - Og sum tit síggja, so væntar fleiri av leikarunum enn hár.....

Ein hægri eind

Tað er merkiligt, sum alt onkuntíð gongur upp í eina hægri eind. Nú, ið eg eri farin undir marionettverkætlanina, renni eg meg á marionettir allastaðni.
Massimo D'Angeli, Hermia Flynn, Ulf Boman og Vilma Myska á arbeiðsborðinum.
Í mars var eg í París, á Salon du Livres, og mín sann um har ikki var ein av bókabásunum, sum hevði marionettir hangandi. Í básinum sat ein gamal maður, ein marionettmakari úr Amiens, sum hevði gjørt marionettir í 35 ár. 
Í Amiens hava tey eina sera gamla marionett-traditión, har høvuðspersónurin er marionettin Lafleur. Ein bók varð skrivað um Jean-Pierre Facquier, gamla marionettmakaran, tí var hann í básinum. Eg prátaði leingi við hann og forleggjarin hjá honum, og keypti bokina frá teimum, sum teir signeraða á lokala málinum í Amiens, púra óskiljandi. Eg tók eisini myndir, men myndatólið hjá mær varð stolið sama dag, við myndunum í :-( Men eg fann bókina á netinum so her er hon. Les meira um hana við at trýsta á leinkjuna.
.
Marionettmakarin sat sjálvur á bókamessuni og signeraði. Les um hann og bókina HER
Eitt stuttligt var við hesum marionettunum: tær eru stýrdar á næstan sama hátt sum tær í Prag, altso sum mínar. Tað sær annars ikki út til at vera vanligt í Vesturevropa. Eg finni nevniliga ikki nakrastaðni í mínum bókum hetta slagið av marionettkontrolli, ein metalstong og træðrir. Hesin er kortini ikki heilt so smartur, tí tú noyðist at nýta tvær hendur, og ikki bara eina sum við mínum.


Í apríl var eg á Álandi saman við hinum skrímslahøvundunum Áslaug og Kalle, og har vitjaðu vit skúlar og høvdu verksmiðjur og løgdu fram skrímslabøkur. Á einum skúla nevndi eg marionettir, tá vit presenteraðu okkum, og aftaná kom skúlabókavørðurin til mín og segði, at hon hevði eitt yvirraskilsi til mín: Eina marionettframsýning!! Ein lokalur marionettmakari hevði meira ella minni permanenta framsýning har á skúlabókasavninum. Her eru myndir frá framsýningini:
Marionettirnar vóru meira stuttligar enn vakrar.
Tær vóru úr stoffi og papmaché, bæði tilfar, sum ikki loyva fínar detaljur.
Tíverri sótu nógvar aftanfyri glas, sum ikki kundi flytast, so myndirnar eru so sum so.....
Hendan appilsingula á súkkluni, søgdu tey, var sjálvsmynd av marionettmakaranum sjálvari.

Mínar marionett-bøkur

Mín áhugi fyri marionettum er sum sagt elligamal, eg havi lænt torn av bókum á bókasøvnum um evni millum ár og dag, men hesi seinastu árini havi eg eisini keypt mær nakrar deiligar bøkur. Her er ein listi:
Komplet er hon nokk ikki, men her eru nógvar góðar upplýsingar at finna. Les um hana HER

Hetta er ein søgulig gjøgnumgongd av victoriansku marionetttraditiónini. Eg eri ikki liðug at lesa hana, men tað nái eg helst onkran dagin. Meira um bókina HER
Hetta er ein av teimum ordiliga góðu bókunum um marionettir. INFO
Hetta er eisini ein frálík bók. Les MEIRA
Hetta er eitt gott uppslagsverk. Les MEIRA
Hetta vóru allar mínar nýggju bøkur, men eg havi havt aðrar áhugaverdar í mínum bókasavnið leingi, t.d. hesa:
Gudmund bróðir hevði hesa heim við til mín úr Kina fyri skjótt nógvum árum síðani, saman við nøkrum fantstiskum ektaðum kinesiskum skuggamarionettum. Tær skal eg taka myndir av onkran dagin... Eg fann eitt sindur um hana á netinum, les HER. Hetta er ein øgiliga flott bók, men hon var ikki væl inbundin, datt øll sundur, men eg var so heppin, at ein professionellur bókbindari tók sær av henni, so hon er sum nýggj, ella betur.
Hendan er ordiliga gomul. Eg keypti hana, tá eg búði í Fraklandi, t.v.s. fyrst í 1990'unum. Ein sum eitur Elen Le Roux hevur skrivað. Bókin hevur a verið nýprentað, tí eg síggi at hon er endurútgivin í 1993. Hendan er ikki so brúkilig sum tær nýggju, men sumt stuttligt at lesa kortini.
Hendan er ordiliga gomul, frá 1971. Eg minnist ikki, nær eg havi keypt hana, men tað man hava verið tá eg var í 20'unum. Her er onki um marionettir, bara um hond- og stavdukkur, men stuttlig bók kortini.
Hetta er ikki ein bók um marionettir, men um at moddelera. Eisini áhugavert fyri meg. Hon er úr "Burturkoyrdar bøkur"-kassanum á bókasavninum fyri skjótt nógvum árum síðani.
Ein praktisk bók um pallljós, sum eg keypti tá eg var á ljósskeið í Norðurlandahúsinum í samband við leikin Antigone í 1989. Her er bókin á enskum á Amazon.
Ein stuttlig gonul bók um sjónleik. Onkur tips eru eisini at finna.