Thursday, September 13, 2012

Við heimsins enda – ella ein av teimum í hvussu so er…


3. dagurin á Suðuroyarturnéeini hjá Karavella Marionett-Teatri er av, ein dagur rokaður av nýggjum upplivingum og myndum á nethinnuni.

Tíðiliga í morgun komu skrímslini og eg til Vágs og eftir at hava koyrt eitt sindur aftur og fram og spurgt onkran mann á kajini um veg, funnu vit grøna Pakkhúsið, ella “Stóra pakkhús” sum tað stendur á skeltinum. Bygningurin frammanfyri Pakkhúsið sær eisini út sum eitt gamalt grønt pakkhús og er nógv størri, men líka veit eg…..
Har vóru heilt fitt av trappum upp til høli, men tíbetur fingu vit hjálp. Jakob Skaaning kom og bar kassarnar niðan, og so var klárt at seta upp.
Kl. 10 í 10 byrjaðu fyrstu børnini at tysja inn, og tey komu so pø a pø inntil fult var. Men tá var klokkan helst farin væl av 10, tí tá leikurin var av og øll farin aftur, var bara eitt korter til næstu sýning kl. 11.15. Har var ikki tíð til annað enn at kóka ein kopp av te, drekka hann, koyra rekvistittir og skuggar uppá pláss og so spæla aftur.
Tey fyrstu sum hugdu vóru úr barnagarðinum Eikilund og aftaná vóru tað skúlabørn úr 1. 2. og 3. flokki í Vágs skúla.



Klokkan var farin av 1 áðrenn alt var í bilinum aftur og eg hevði frí. Leikhúsbilunin og eg settu nøsina móti Fámará….. 
Men tað vísti seg ikki bara at vera sum at siga tað, hvønn veg nøsin skuldi venda. Fyrsta fólki eg spurdi um veg, smíltist bara stórt og segði “Handan veg” (mótsetta vegin eg koyrdi). Tey næstu, tríggir smádreingir, søgdu “Hendan veg, haldi eg…” og beindu meg at koyra víðari fram. Eg sniglaði meg longur og longur niðanbrekku í Vági, men enn var onki tekin um, at hetta var vegurin til Fámará. Triðja fólki eg í desperation spurdi um veg, var kortini væl betur skorin fyri tungubandið. Vinarliga konan bjóðaði seg til at koyra við mær eitt petti, tí tað var satt at siga ikki so einfalt at greiða frá vegnum til Fámará. Vit koyrdu oman aftur og so niðan aftur og so víðari og víðari niðaneftir. Ovast í bygdini segði eg mínari vinarligu guide fravæl og helt á niðan og niðan og niðan…….
Vegurin smalkaði í heilum, gjørdist óslættari og óslættari, men eg hevði sæð eitt skelti, sum vísti, at eg var á rættari kós. Tá eg at enda kom heilt niðan á, mundi dirvið fari frá mær. Hetta var minni og minni ein vegur meira eitt sindur av asfalti og grasi og leikhúsið ringlaði sum tenninar í einum skølti aftanfyri í bilinum. Eg rokni ikki við at skrímslini verða blíð við meg í morgin, so sum eg havi latið tey skrumbla upp og niður í dag….
Eg hugsaði sum so, at nú eg var komin so langt, nú mátti eg eisini siga B. Leikhúsbilurin sniglaði seg skinklandi víðari fram omaneftir móti heimsins enda. Eg sá onki tekin um, at har skuldi verið nakar bóndagarður har niðri… og nú var var heldur onki asfalt eftir millum holini, bara skervur, grús og gras. Ongin garður sást, men venda mitt í øllum skurslinum var ikki hugsingur um. Eg mátti halda leiðina fram og royna ikki at hugsa um tað fór at bera til at koma niðan aftur.

Og so var tað har, tað víðagitna  kongaríkið hjá Johan og Rakul: Fámará! Beint áðrenn tú fert útav eggini og 150 metrar tjums niður í Atlantshavið. Um hetta ikki er heimsins endi, so er tað í hvussu so er ein av teimum.

Í fleiri tímar sat eg í hugnaliga køkinum og prátaði. Rakul var tíverri ikki heima, men Johan var og Edward Nyholm Debess hevði eisini gjørt ferðina til heimsins enda hendan dagin. Millum hundar, kettur, høsnarungar, marsvín, skjalbøkur og ein kalkununga loystu vit heimsstøðuna og eitt sindur afturat, og tá eg trygt var komin niðan aftur á skarið (ella hvat tað nú er), mátti eg bara vera full av undran og virðing:
Rakul og Johan, hetta tit hava gjørt, er onki minni enn eitt bragd! Tit hava tikið tykkum av hesum av gudunum forlatna staðið, hesum, sum ongin vildi hava ella legði nakað í, og gjørt tað til nakað viriðsmikið. Til eitt stað fult av lívið og dreymum, har ein og hvør verður móttikin við opnum ørmum og lívsgleði. At nakar bara so mikið sum hugsar um at spilla hetta, vísir nakað syndarligt og skeivt í okkum føroyingum, havisjúka og øvundsjúka tá hon er verst. Eg sigi ikki “í okkum menniskjum”, tí eg vóni í mínum bjartskygni ikki, at hetta er galdandi í allari verðini. 
Fyri guðs skyld latið Rakul og Johan sleppa at geva okkum øllum hendan dreymin!! 

Tuesday, September 11, 2012

Álvar í viðarlundini á Tvøroyri?


2. turnédagurin í Suðri er av. Í dag spældu skrímslini fyri útibarnagarðinum og barnagarðinum og dagrøktini í Tvøroyrar kommunu, og so vítt eg havi skilt, eisini fyri dagrøktini úr restina av oynni.
Tvær sýningar vóru í útibarnagarðinum. Tey stóru børnini í útibarnagarðinum vóru sera áhugað, og nøkur teirra vildu fegi hjálpa við øllum. Tey heilsaðu eisini uppá Stóra Skrímsl og lítla skrímsl meðan pakkað var saman. Lítla skrímsl tordi ikki so væl, tí børnini vóru jú so stór!

Tá leikhúsið var samanpakkað, fór marionettførarin ein túr í skógin… Ella ja, tað var í viðarlundina á Tvøroyri, men tað er tað mest skógarliga eg higartil havi sæð í Føroyum.
Ódnirnar í vetur eru ikki farnar so øgiliga illa við hesi viðarlundini. Hon er vøkur og tættvaksin og vakrar áir renna gjøgnum hana. Og hóast veðrið í dag er í so svikaligt, skein sólin hesa løtuna í viðarlundini.



Gaffa is a girls best friend


1. turnédagurin í Suðri er av. Í dag spældu skrímslini fyri børnunum í Pakkhús 4 og fyri teimum úr frítíðarskúlanum. Sýningin var á hugnaliga Seglloftinum.
Aftaná bjóðaði Anna í Pakkhúsinum køku og saft.

Leikhúsið klárt at seta upp á Seglloftinum
Eg gav mær í dag góðar stundir at pakka niður. Nógvir lutir eru í leikhúsinum og tað er lætt at koma til at gloyma onkran eftir, so tí havi eg sett mær fyri at merkja teir allar við Karavella Marionett-Teatur, ella um tað ikki er pláss, so bara KMT og so telefonnummar. Ein hvíta tusj til har tað er málað svart, annars bara vanliga svarta tusj.
Tá tú hevur eitt ferðandi leikhús, eru nøkur amboð, ella skuldi kanska heldur kallað tað nøkur sløg av tilfarið, sum tú ikki kanst hálovað nóg mikið. Hesi eru karalás, gaffatape, magnetir og elastikk. Hesi gera tað so nógv lættari at hava eitt leikhús sum skal takast sundur og setast saman í heilum. Tey kunnu nýtast á so ómeliga nógvar mátar. 


Tey nýggju síðutjøldini. Hesi eru lænt frá Tjóðpallinum, tí tey eg havi bílagt, eru ikki komin enn...

Tey nýggju síðutjøldini geva mær eitt frálíkt "backstage" øki, sum eg havi saknað. Her kann alt óruddi standa í frið.

Karalás eru fantastisk til at festa leysar leidningar undir sýning.

Ella til at festa teir, meðan leikhúsið verður flutt-

Lás av ymsum slag eru øgiliga hent at hava.

Tey løgnastu tingini kunnu vera til gagns í einum ferðandi leikhúsið. Her verður holband nýtt til at "parkera" marionettir á.

Gaffatape kann nýtast til meira permanentar leidningsfestingar.

Magnetir á hendurnar og so kunnu skrímslini taka ymiskt upp heilt sjálvi ;-)

Monday, September 10, 2012

Turnéleikhúsið

Karavella er eitt ferðandi leikhús, og tí navnið Karavella, av karavell, eitt seglskip við tveimum ella trimum mastrum, sum er lætt at sigla.
Karavella hevur higartil ikki heilt livað upp til navnið, tí leikhússtjórin, sum eisini er einasta fasta starvsfólki, hevur ikki kunnað flutt leikhúsið púra einsamøll, so sum ætlanin var, men altíð hevur noyðst at tryggja sær, at hon hevði eitt eyka fólk til at lyfta teir báðar kassarnar, har alt tað smáa er í, leikarar, rekvisittir, skrúvur, lampur og you name it..... Kassarnir vóru stutt sagt ov tungir og serliga ov stórir til ein persón at bera.

Men í summar er vend komin í. Í august fór leikhúsið ein túr norður til Leyna í verkstaðið hjá Ole Jakob Nielsen, pápi leikhússtjóran, og har varð tað umbygt. Nú flytist alt lættliga av einum fólki. Teir tveir kassarnir eru vorðnir til fýra, og flytast uttan trupulleikar við einum lítlum sekkjavogni.
Her eru myndir frá umbyggingini:

Ole Jakob Nielsen in aktion. Uttan hansara smartu uppfinningar hevði alt hetta ikki borið til.
Herí eru síðustykkini, "dansimáttan", og partar av beinumum til tey nýggju síðuteppini.
Her er tøknin í, "dimmararnir", leidningar, bakljós, og annað áhugavert.
Er eru leikarar, skuggar og frontrelieffið. Í fjórða kassanum  eru rekvistittir, amboð og teppir.
Her eru teir tveir sum gjørdust til fýra.

Tuesday, September 4, 2012

Skrímslini leggja ferðaætlanir


Karavella Marionett-Teatur leggur nú ferðaætlanir. Í síðstu viku fóru brøv út til allar skúlar og dagstovnar í landinum við faldara og plakat um leikin, og nú eru bíleggingarnar so smátt farnar at koma inn.
1. sýningin í leikferðini verður nú hósdagin í Dagstovninum í Løkjatúni, og væntandi fara skrímslini suðureftir í komandi viku, - til Suðuroyar :)


Plakatirnar klárar at koyra í brævbjálvar
Faldararnir

Wednesday, August 8, 2012

Fleiri sýningar av "Skrímslunum"




Upp undir Ólavsøku hevði leikurin “Skrímslini” hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin, hesaferð á Tjóðpallinum.
Sýningarnar verða leygardagin 11. august kl. 15 og 17 og sunnudagin 12. august kl. 15 og 17.

Leikurin er bygdur á bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal hevur gjørt leikritið, gjørt marionettir og pallmynd og er dukkuførari. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði og Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hjálptu við tøkni. Ole Jakob Nielsen smíðaði.

Bøkurnar um skrímslini eru higartil seks í tali og sjeynda bókin kemur væntandi í heyst. Tær eru skrivaðar á trimum upprunamálum í senn: føroyskum, íslendskum og svenskum, og umsettar til danskt, norskt, finskt, franskt, spanskt og kinesiskt. Tær hava fingið fleiri heiðurslønir og útnevningar og sera góð ummæli í øllum londum. Norðurlendska rithøvundasamstarvið Jónsdóttir/Güettler/Helmsdal er serstakt; ógvuliga fá tvørmálslig høvundasamstørv hava havt so langa livitíð og góð úrslit.

Leikurin “Skrímslini” hevur fingið gott ummæli. Gunnvá Zachariassen skrivar á Listablogginum:
“Vit kenna tey (skrímslini) og teirra trupulleikar so væl aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag, klandur, semja, umsorgan, ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur rundan um okkum til tíðir so fløkjut. Í Rakelsa søgum  verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi sjarmerandi Skrímsl. "Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!" "Nei, eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!" Soleiðis kunnu vit børn og vaksin kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann identifisera seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við sama poetiska og  djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d. Mumitrøllini hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara vinir. Vit eru góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í sínum karakteri.” Les alt ummælið HER

Atgongumerki verða at fáa 1 tíma undan sýning á Tjóðpallinum, men longu nú ber til at bíleggja við at senda teldupost til karavella.marionett@gmail.com.




Tuesday, July 24, 2012

Tilboð uppá Revin


Í samband við sýningarnar av Skrímslunum, ber til at keypa bókina um "Revin við silkiturriklæðinum" til ½ prís, 100 kr (198 kr í bókhandlunum).

Bókin er ævintýri um revin, sum hjálpir fátæku Elisu til at fáa eitt betri lív. Vakrar myndir úr leikinum eru á hvørjari síðu. 
Forlagið Kalessin gav út í 2011.


"Skrímslini" í Sjónleikarhúsinum



Nú byrja almennu sýningarnar av "Skrímslunum".
Fyrsta sýningin verður mikudagin kl. 15 í Sjónleikarhúsinum, í Snikkarastovu, høli hjá Barnasjónleikaskúlanum í kjallaranum í Sjónleikarhúsinum. Longu tveir tímar seinni er næsta sýning.


Sýningarskráin er soleiðis:
Mikudag 25. juli kl. 15 og kl. 17
Hósdag 26. juli kl. 15 og kl. 17
Fríggjadag 26. juli kl. 15 og kl. 17
Leygardag 26. juli kl. 15 og kl. 17

Nógv atgongumerki eru long avløgd. Til sýningarnar mikudagin eru øll atgongumerki avløgd og til seinastu sýning leygardag eru næstan øll avløgd, men enn eru nógv atgongumerki eftir til hinar fimm sýningarnar.

Til ber at leggja av á hesum Facebook-tiltakinum. Atgongumerkini kunnu heintast í Sjónleikarhúsinum, tá vit eru har, t.v.s. frá kl. 15 allar hesar dagarnar. Seinasta freist at heinta tey er 20 minuttir áðrenn ta sýningina, atgongumerki er til. Um avløgd atgongumerki ikki eru heintað, verða tey seld beint undan sýningina.

Skrímslini eru sera spent og gleða seg at spæla fyri øllum!! :)

Monday, July 23, 2012

Frumsýningin er farin afturum!



Tað hevur verið rættliga hektiskt í Karavella Marionett-Teatri seinastu dagarnar upp undir frumsýningina. Nógvir snøklar skulu uppá pláss, so sum ljóðeffektir, tær endaligu ljóssetingarnar, skuggarnir, sum skuldu rættast til, skrímslini sum høvdu fingið onkrar smáskaðar undir venjing og skuldu umvælast o.a.m., alt meðan nógvar venjingar vóru. 
Leygarmorgunin flutti leikhúsið úr kjallaranum á Venjingar/lærararskúlanum og oman í ein annan kjallara: Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum.
Uppsetingin av leikhúsinum gekk uppá stás og um middagsleiti høvdu skrímslini sín pall kláran.
Kl. 15 var aðalroynd og hon gekk sum ein aðalroynd skal: IKKI VÆL! Áskoðararnir klagaðu um banniorð handan pallin, og byrjanin mátti takast einar 3 ferðir áðrenn glið kom á.... Men soleiðis skal tað var. Gongur aðalroyndin ov væl, verður frumsýningin miseydnað.


Í gjár, sunnudagin 22. juli kl 16 vóru øll tey innbodnu, og nøkur fá sum høvdu keypt atgongumerki, komin og leikurin byrjaði.
Og alt gekk sum tað skuldi!! Skrímslini mintust allar sínar replikkir, skuggarnir komu allir inn tá teir skuldu (ella næstan) og rekvisittirnar skikkaðu sær væl. Ljós og ljóð tendraðist og sløktist har og nær tað átti!!
Áskoðararnir vóru fegnir og skrímslini vórðu klappaði inn 3 ferðir!!


Aftaná var ein hugnaløta í Áarstovu, uppi á í Sjónleikarhúsinum, við víni, saft, pinnamatum og røðum. Hóast leikhúsið er lítið og leikararnir minni, so má ein ordiliga premieruveitsla vera, annars er tað ikki eitt veruligt leikhús!
Karavella Marionett-Teatur takkar Katrin Kalsberg og Katrinu í Geil fyri at skipa fyri og matgera, Guðrið Helmsdal og Anniku Olsen fyri at baka og Felisiu, Sirius og Selmu fyri at henta blómur at pynta Áarstovu við til premieruveitsluna :)


Mikudagin byrjar tað so av álvara: Tvær sýningar um dagin í 4 dagar! Longu nú eru helvtin av øllum atgongumerkjunum avløgd, so hetta boðar frá góðum.
Vit gleða okkum at spæla!!





Friday, June 22, 2012

Undanbrekka í sólvindi - og hugstoyttar mótbrekkur....


At droyma um at skapa sítt heilt egna, nakað nýtt, nakað óvanligt, og síðani at gera tað til veruleika, er ein fantastiskt uppliving, í hvussu so er meginpartin av tíðini. Tað kenst sum ein góð undabrekka, sum at súkkla í góðveðri oman eina bratta brekku og kenna sólkskinni og vindin í andlitinum, reindyrka gleði!
Soleiðis havi eg havt tað fyri tað allarmesta, síðani eg í 2010 tók endaligu avgerðina at seta á stovn mítt egna marionett-teatur. Tað hevði verið ótrúliga spennandi at granska og fáa mær vitan. Heilt út av lagið stuttligt at gera marionettir og vera við til at evna sjálvt leikhúsið til saman við pápa mínum og góðum tøkningum. Tað hevur verið áhugavert at skriva leik og hart, men stuttligt at venja hann. Tað hevur verið strævið at sleipa leikhúsið millum bilinum og spælistøðunum, men púra fantastiskt at koyra út við rokaða turnébilinum Passepartout og verið móttikin av fegnum og spentum børnum og vaksnum kring alt landið. At uppliva strálandi og undrandi eygu eftir sýningina, fáa stuttligar spurningar: "Hvar eru øll hini, sum spældu við?", "Hvussu gjørdi tú handan filmin?", "Hvussu fekst tú dukkurnar at gera alt hatta?", "Át revurin ordiliga gandakallin?" .........
Karavella Marionett-Teatur er veruliga tað heilt rætta fyri meg! Eg elski tað, eri veruliga lukkulig, tá eg skal avstað út av spæla, og nú eitt ár næstan er runnið síðani frumsýningin av 1. leikverkinum, eri eg spent farin undir venjingarnar av 2. leikverki: leikin um lítla og Stóra Skrímsl. Tey nógv elskaðu svørtu skrímslini, sum eg saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler skapti í 2001 á einum høvundaskeiði og sum síðani eru farin út í stóru verð, higartil 6 bøkur á 8, skjótt 9 málum. Næsta bókin er júst liðug á tekniborðinum hjá Áslaug og kemur á íslendskum í hesyt og so við og við á hinum málunum við.
Hetta er ein herlig undanbrekk í sólvindi!

   


Men mótbrekkum slepst tíverri ikki heilt undan. Eina rendi eg meg í í februar: Eitt avslag uppá umsókn um stuðul til yrkisleiklist, eitt sera óhøviskt avslag, sum ljóðaði soleiðis:
"Leiklistaráðið metir ikki at hendan umsókn lýkur treytirnar fyri at kunna metast sum yrkisleiklist ella at hava listarligan ella mentanarligan ágóða í mun til yrkisleiklist í Føroyum. Eingin luttakari í verkætlanini kann útfrá útbúgving ella arbeiðsroyndum metast at verða yrkisfólk innan leiklist og onki er í verkætlanina, ið miðar ímóti at inndraga yrkisfólk á ein listarliga mennandi hátt."
Tað skal viðmerkjast, at øll sum eru biðin at verða við í verkætlanini ERU yrkisleiklistafólk, bæði hvat viðvíkir útbúgving og yrkisroyndum (bara leikhússtjórin hevur ikki útbúgving, bara eina rúgvu av yrkisroyndum). Grundgevingin hjá MMR er tí beinleiðis lygn og noktandi svarið kom so heldur ikki, tí at tey høvdu so nógvar umsóknir, at tey ikki høvdu nóg mikið av peningi, tí beint eftir, at eg hevði fingið hetta svarið, kom lýsing um, at fólk enn kundu søkja, hóast freistin varð farin, tí peningur var enn eftir.
Eg beit hesi illavorðnu orðini í meg, og segði við mær sjálvandi, at tá so nógv nøgd fólk hava verið til sýningar mínar, er tað heilt einfarð ikki rætt, at Karavella Marionett Teatur ikki hevur "listarligan ella mentanarligan ágóða í mun til yrkisleiklist í Føroyum". 

Hvat ger man, tá man fær at vita, at man ikki lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul til yrkisleiklist? Eg søkti sjálvandi hjá áhugaleikinum, hjá MáF!
Og so er tað, at mótbrekkan bara gerst brattari:
Svarið frá MáF kom fyri nøkrum døgum síðani:
"Nevndin hjá MáF metir, at tú ert yrkisleikari, tá tú roynir at liva av tínum arbeiði og tí ikki hoyrir undir tað, sum MáF skal veita stuðul til nevniliga áhugaleiklist."

BUMS! Eg eri (sum man í hvussu so er sigur á fronskum) dottin millum tveir stólar, og tað er ongantíð bleytt at lenda soleiðis. Í hesum landinum verður tú ongantíð løntur fyri at bróta burturúr nýggjum, ella fyri at arbeiða teg fram við egnum royndum, ongantíð fyri at tora at gera nakað einsamallur, fyri at vera øðrvísi. Í Føroyum skunda vit okkum, sum Rakul Dalsgarð, Fámará, so beinrakið segði: at smekka til tann seymin, sum stingur upp um hinar.
Men tey skulu ikki sleppa at vinna, tey við hasum stóra hamarinum!

Skrímslini eru farin á pall at venja, stuðul ella ikki og har eru nógv vælviljað og góð fólk til, sera nógv.
Eg mátti avlýsa venjingarhølið, sum Sjónleikarhúsið vinarliga hevði leigað mær, tí uttan stuðul mugu allar útreiðslur skerjast. Men 1 minut til gongu í sólskinninum niðan á Læraraskúlanum + 5 minuttir av vælviljaðari samrøðu gav mær eitt frálíkt venjingarhøli tann næsta mánaðin.
1000 takk til Føroya Læraraskúla!!

Mín elskaði húsbóndi hevur sett seg at kannað, hvussu vinnustuðlar kunnu søkjast og kanska er onkur har úti, sum heldur, at Karavella Marionett-Teatur kann geva "listarligan ella mentanarligan ágóða í Føroyum", hóast almennu Føroyar ikki gera tað....
So eg fari at læra meg eitt nýtt kynstur:

Wednesday, May 30, 2012

Sneak-peek í marionettverkstaðið

Tann gløggi blogglesarin sleppur her at gita, hvørji næsti leikurin hjá Karavella Marionett-Teatur fer at snúgva seg um.
 
 
 
 
 
 
 
 
Posted by Picasa

Allarseinast sýning av Revinum og serligt tilboð


So er seinasti kjansur at síggja fyrsta leikin hjá Karavella Marionett-Teatri. Mentanarnáttina tann 8. juni kl 17 verður allar allarseinast sýning av 
Revinum við silkiturriklæðinum


Er tú ein av teimum, sum enn ikki hevur sæð leikin, sum síðan juli 2011 hevur ferðast sum alt landið, so er hesin eini møguleikin eftir. Ongar eykasýningar verða!

Sýningin verður í Sjónleikarhúsinum í Snikkarastovu. Inngongd aftanfyri við Hans Andriasar-standmyndina.
Forsøla av atgongumerkum er í Kunningarstovuni, men eisini ein tíma undan sýning í sjálvum Sjónleikarhúsinum.


Serligt TILBOÐ er í samband við Mentanarnáttina:

Keyp bókina um leikin fyri ½ prís! Bara 100 kr!!!
Í vøkru bókini er øll søgan og nógvar myndir frá leikinum, so tú kanst fáa løtuna at vara longri.


Familja.fo skrivar um okkum her

Wednesday, March 28, 2012

Børnini ummæla Revin í útvarpinum

Jonna Fritzdóttir Mortensen frá Barnaútvarpinum var við soninum til eina av seinastu almennu sýningunum av Revinum. Hon prátaði við leikhússtjóran og við nakrar av áskoðarunum.
Tað er ein frægd at hoyra, hvussu nógv børnini fingu við :)

Lurta her:

Friday, March 23, 2012

Netumtala av Revinum

Eitt sindur av umtalu afturat hava vit fingið á netinum.


Mynd sum Høgni Heinsen tók til grein í Sosialinum.


Sigrun Hjalmarsdóttir skrivar:


"Takk fyri eina góða uppliving í Sjónleikarhúsinum í gjár. Ikki á hvørjum degi, vit síggja dukkuleik í Føroyum. Dreingirnir vóru sera hugtiknir og tosaðu nógv um leikin aftaná. Søgan var hugtakandi og dukkurnar vóru fantastiskar! Vónandi sleppa vit skjótt aftur at síggja dukkuleik :):)"




Signe Skaaning skrivar:


"Så har vi været til "revurin í silvurturriklæðnum" der er Rakel Helmsdal´s skildring af den bestøvlede kat, fremført som dukketeater. Den var rigtig god, og hun er brand dygtig, og børnene vil bare have meeeeerr ;) "




Laufey H. Blaasvær skrivar:


"Fantastiskt upplivisli at síggja dukkusjónleikin "Revurin og silkiturriklæðið" í Sjónleikarahúsinum ídag við Bjarna og Lilju. Tey sótu pinna still og labbaðu hvørt orð í seg :) Eg eri málleys av beundring Rakel ! Sera flott ! Og at børnini so eftir leikin vóru biðin um at siga nøkur orð í mikrofonina hjá Barna-ÚF gjørdi bara upplivingina enn stuttligari."






Og Birgir Kruuse nevnir okkum í einum blogginnleggi:
http://birkblog.blogspot.com/2012/03/vikuskifti.html


Dorit Hansen skrivaði stóra grein í vikuskiftissosialinum 17. mars. Eg leggi greinina út seinni......