At droyma um at skapa sítt heilt egna, nakað
nýtt, nakað óvanligt, og síðani at gera tað til veruleika, er ein fantastiskt uppliving, í hvussu so er meginpartin av tíðini. Tað kenst sum ein góð
undabrekka, sum at súkkla í góðveðri oman eina bratta brekku og kenna
sólkskinni og vindin í andlitinum, reindyrka gleði!
Soleiðis havi eg havt tað fyri tað allarmesta, síðani eg í 2010 tók endaligu avgerðina at seta á stovn mítt egna marionett-teatur. Tað
hevði verið ótrúliga spennandi at granska og fáa mær vitan. Heilt út av lagið stuttligt at gera marionettir og vera við til at evna sjálvt
leikhúsið til saman við pápa mínum og góðum tøkningum. Tað hevur verið
áhugavert at skriva leik og hart, men stuttligt at venja hann. Tað hevur verið
strævið at sleipa leikhúsið millum bilinum og spælistøðunum, men púra
fantastiskt at koyra út við rokaða turnébilinum Passepartout og verið móttikin
av fegnum og spentum børnum og vaksnum kring alt landið. At uppliva strálandi
og undrandi eygu eftir sýningina, fáa stuttligar spurningar: "Hvar eru øll
hini, sum spældu við?", "Hvussu gjørdi tú handan filmin?",
"Hvussu fekst tú dukkurnar at gera alt hatta?", "Át revurin
ordiliga gandakallin?" .........
Karavella Marionett-Teatur er veruliga tað
heilt rætta fyri meg! Eg elski tað, eri veruliga lukkulig, tá eg skal avstað út
av spæla, og nú eitt ár næstan er runnið síðani frumsýningin av 1. leikverkinum, eri eg spent farin undir venjingarnar av 2. leikverki: leikin um lítla og Stóra Skrímsl.
Tey nógv elskaðu svørtu skrímslini, sum eg saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle
Güettler skapti í 2001 á einum høvundaskeiði og sum síðani eru farin út í stóru
verð, higartil 6 bøkur á 8, skjótt 9 málum. Næsta bókin er júst liðug á
tekniborðinum hjá Áslaug og kemur á íslendskum í hesyt og so við og við á hinum málunum við.
Men mótbrekkum slepst tíverri ikki heilt
undan. Eina rendi eg meg í í februar: Eitt avslag uppá umsókn um stuðul til
yrkisleiklist, eitt sera óhøviskt avslag, sum ljóðaði soleiðis:
"Leiklistaráðið metir ikki at hendan
umsókn lýkur treytirnar fyri at kunna metast sum yrkisleiklist ella at hava
listarligan ella mentanarligan ágóða í mun til yrkisleiklist í Føroyum. Eingin
luttakari í verkætlanini kann útfrá útbúgving ella arbeiðsroyndum metast at
verða yrkisfólk innan leiklist og onki er í verkætlanina, ið miðar ímóti at
inndraga yrkisfólk á ein listarliga mennandi hátt."
Tað skal viðmerkjast, at øll sum eru biðin at
verða við í verkætlanini ERU yrkisleiklistafólk, bæði hvat viðvíkir útbúgving og
yrkisroyndum (bara leikhússtjórin hevur ikki útbúgving, bara eina rúgvu av
yrkisroyndum). Grundgevingin hjá MMR er tí beinleiðis lygn og noktandi svarið
kom so heldur ikki, tí at tey høvdu so nógvar umsóknir, at tey ikki høvdu nóg
mikið av peningi, tí beint eftir, at eg hevði fingið hetta svarið, kom lýsing
um, at fólk enn kundu søkja, hóast freistin varð farin, tí peningur var enn
eftir.
Eg beit hesi illavorðnu orðini í meg, og segði við mær sjálvandi, at tá so nógv nøgd fólk hava verið til sýningar mínar, er tað heilt einfarð ikki rætt, at Karavella Marionett Teatur ikki hevur "listarligan ella mentanarligan ágóða í mun til yrkisleiklist í Føroyum".
Hvat ger man, tá man fær at vita, at man ikki lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul til yrkisleiklist? Eg søkti sjálvandi hjá áhugaleikinum, hjá MáF!
Og so er tað, at mótbrekkan bara gerst brattari:
Svarið frá MáF kom fyri nøkrum døgum síðani:
"Nevndin hjá MáF metir, at tú ert yrkisleikari, tá tú roynir at liva av tínum arbeiði og tí ikki hoyrir undir tað, sum MáF skal veita stuðul til nevniliga áhugaleiklist."
BUMS! Eg eri (sum man í hvussu so er sigur á fronskum) dottin millum tveir stólar, og tað er ongantíð bleytt at lenda soleiðis. Í hesum landinum verður tú ongantíð løntur fyri at bróta burturúr nýggjum, ella fyri at arbeiða teg fram við egnum royndum, ongantíð fyri at tora at gera nakað einsamallur, fyri at vera øðrvísi. Í Føroyum skunda vit okkum, sum Rakul Dalsgarð, Fámará, so beinrakið segði: at smekka til tann seymin, sum stingur upp um hinar.
Men tey skulu ikki sleppa at vinna, tey við hasum stóra hamarinum!
Skrímslini eru farin á pall at venja, stuðul ella ikki og har eru nógv vælviljað og góð fólk til, sera nógv.
Eg mátti avlýsa venjingarhølið, sum Sjónleikarhúsið vinarliga hevði leigað mær, tí uttan stuðul mugu allar útreiðslur skerjast. Men 1 minut til gongu í sólskinninum niðan á Læraraskúlanum + 5 minuttir av vælviljaðari samrøðu gav mær eitt frálíkt venjingarhøli tann næsta mánaðin.
1000 takk til Føroya Læraraskúla!!
Mín elskaði húsbóndi hevur sett seg at kannað, hvussu vinnustuðlar kunnu søkjast og kanska er onkur har úti, sum heldur, at Karavella Marionett-Teatur kann geva "listarligan ella mentanarligan ágóða í Føroyum", hóast almennu Føroyar ikki gera tað....
So eg fari at læra meg eitt nýtt kynstur:
No comments:
Post a Comment