Wednesday, July 27, 2011

Aðalroynd

So nú hevur aðalroyndin verið og hon gekk so mikið passaliga illa, at tað vónandi gongur betur í morgin til premieruna :)

Kl. 13 flutti alt oman á Landsbókasavnið, sum hevur víst Karavella Marionett-Teatri ótrúliga stóra vælvild.
Tað var rættiliga nógv roks við uppsetingini, men tað er 1. ferð við allari tøknini, og forteppi skuldi eisini upp fyri 1. ferð. Tað vísti seg als ikki at rigga, so til vit finna ein fyribilsloysn til Ólavsøkuna, og loysa trupulleikan endaliga til turné.
Kl. 16 skuldu vit hava gjøgnumspæling, men klokkan nærkaðist 5 áðrenn vit komu í gongd, so tað varð bara snargjøgnumgond. Har manglaði ein dmx-kábul, og ymiskt annað, so tað var við hálvari ljósseting og gekk ræðuliga illa.
Kl. 18 komu áskoðarar og nakað seinni var aðalroynd. Tað kundi havt gingið betur, men sanniliga eisini verri :) Ljóð- og ljós-cue'ini koksaðu í Trøllmansborgini, ein plantari datt á gólv og Prosper misti brúkin av ørmunum allan leikin. Restin vóru smáputl, sum áskoðararnir ikki varnaðust (men leikstjórin varnaðist helst kortini...)

Í morgin kl. 15 stendur slagið av álvara.

Gleði meg at síggja tykkum øll til sýningarnar :) Ella leikararnir gleða seg at síggja tykkum, tað er vist!

Friday, July 22, 2011

Ljós!! o.a............

Nú kemur tað ordiliga stuttliga! Vit eru farin undir at seta ljósini til leikin.
Árni hevur nú gjørt næstan alt ljósið klárt, og har mangla bara nakrir smáir spottar, sum koma til landið í morgin. So í dag byrjaði Kjartan og eg at seta ljósið. 
Kjartan hevur gjørt ymiskt smart við telduni, sum eg ikki havi skil á, sovorið við "patch", "fix" og onnur løgin orð, men eg eri so smátt við at fáa skil á tí, sum mær nýtist at vita: Hvussu man brúkar hetta fantastiska programmið í praksis, tá alt er gjørt klárt (av onkrum sum dugir betur enn eg). 
Tað er sum ein ordiligur ljóspultur, men bara inni á telduni, og alt skal bara hava vanligan streym, tí tað eru alt dioduljós, 12 V.
Vit náddu ikki so langt í dag, men tað grundleggjandi er gjørt: Eg eri byrja at skilja systemið :)

Venjingin saman við Hedvig seinnapartin gekk eisini væl. Hon hevði skrivað eina rúgvu av +'um í sín blokk. tað kendist gott at spæla í dag.

Ein annað er eisini strika av to-do-listanum í dag: Prentið av bak-og síðuteppunum. Tey eru liðug, og skulu nú bara monterast. Mikkjal Galan hjálpi við einum supergóðum uppfinnilsi til hvussu bakteppini skulu skiftast. (Mynd fylgir seinni.)

Eitt kvøld í verkstaðnum
Í kvøld havi eg so gjørt tær síðstu dukkurnar klárar og rætta eitt sindur uppá Massimo, sum hevur havt ein alt ov langan stýripinn og ov stutt bond í beinunum.
Kreslit mátti heim av Tjóðpallinum til umvælingar. Eitt band í vonginum fór undir venjing.
Julia, deydningurin og Massimo hava fingið pinnar og bond.
Hetta verður ein villgásin, sum verður dripin 3. ferðir í hvørjum leiki.......
Julia Frost, nú við sminku og dansarinnuklæðum
Hondin hjá Juliu
Føturnir hjá Juliu í dansarinnuskóm
Her hvíla pinnarnir, meðan lími tornar


Monday, July 18, 2011

Eitt leikhus verður flutt - 1. partur

Nú verður leikhúsið fyribils flutt oman á Tjóðpallin, har høgligari er hjá teknikarunum at seta ljós og ljóð. Har ar pláss og ein verkstaður, har øll útgerð er tøk. 
So leygardagin 16. juli tók eg Karavella Marionett-Teatur sundur, koyrdi í bilin og setti upp aftur niðri á Tjóðpallinum. Seinni spældi eg fyri 1. ferð allan leikin ígjøgnum frá enda í annan. Leikstjórin var nøgd :)
Orkesturgrøvin tikin av
Babba hevur givið mær hetta frálíka amboðið. Við hesum er tað eitt spæl at taka sundur og seta saman.
Hygg! Ljós er í!
So, nú er (næstan) alt er tikið sundur.
Her stendur tað í kjallaragongini
Og mín deiligi sekkjavognur!
Kassarnir komnir inn. Enn eru teir næstan tómir, tí vit hava enn ikki innrætta teir, so at dukkur og tøkni kunnu búgva í teimum. Tá tað er gjørt, verða teir helst ikki heilt so lættir at fáa upp í bilin.......
Leikhússtjórin ber leikhúspetti út í leikhúsbilin.
Rokaður leikhúsbilur!
Alt passar væl inn.
Nøgdur leikhússtjóri
Bilurin tómur aftur, alt er nú á Tjóðpallinum
Posted by Picasa

Eitt leikhús verður flutt - 2. partur

Klárt at seta upp á Tjóðpallinum.


Pallurin settur upp!
Ávegis....
Voila!
Míni fantastisku dioduljós, sum kunnu lýsa allar litir, hóast tey eru pinkalítil! Ljósmaðurin Árni demonstrerar fyri pallsmiðinum Ole Jakob aka Babba
Eisini reyð!
Handan pallin :)
Kjartan, ljóðmaður, situr og leitar eftir ljóðeffektsum, t.d.: flúgvandi gásaflokkur, óhugnalig borg, smáfuglar um morgunin o.s.fr.
Pallsmiðjurin ger klárt at seta upp hátalarar
Nú flyta leikararnir eisini inn
Elvira, Oktavian, Ulf og Kreslit
Elvira, Liska og Oktavian
Endiliga er relieffið komið uppá pláss!
Og so fer venjingin í gongd!
Posted by Picasa

Wednesday, July 13, 2011

Tíðin rennur - nei hon SPELAR!!

Leikarar undir venjing
Nú eru 15 dagar til frumsýning! 
Eg haldi, at ræðuliga nógv er eftir at gera, fyrst og fremst at fáa vant leikin lidnan.
Hesar seinastu vikuna havi eg vant saman við Hedvig, leikstjóranum, og ja, eg veit slett ikki, hvussu tað gongur! Eg havi lært meg ein stóran part av leikritinum, men ja, - tað er jú allir leiklutir, eg skal kunna! Ikki bara sum vanligt er ein ella tveir...... Tað er ikki bara sum at siga tað at spæla sjónleik aftur eftir so nógv ár..... Alt eg havi gjørt innan sjónleik síðani eg spldi Kabarett á sinni, hevur verið handan pallin. Tíbetur eri eg enn handan pallin :), men rødd mína læni eg leikarunum, so hon má rigga!




Øll tøknin er komin til landið. TAÐ er ein lætti! Tað var sera stressandi ikki at vita, um eg fór at hava ljós og ljóð til sýningina, tí tað er veruliga neyðug, um eg skal kunna klára at halda leikin koyrandi púra einsamøll.


Veðrið er gott og tað er ringt at sita/ganga/standa inn allan dagin, tá sólin skínur oman og niðan. Eg vóni sanniliga at veðrið verður gott eftir Ólavsøku eisini. Tá skal eg altso hava summarfrí - og vikuskiftið.... tað er laaaangt síðani seinast.....


Elvira og Liška millum venjingar



Tuesday, July 5, 2011

Fleiri búnar

Her eru búnarnir hjá nøkrum av nýggjastu leikarunum.


Elvira Sokal sum Elisa

Hermia Flynn sum Maja

Erik Saxov sum plantari

Neil Owen sum hoymaður

Ulf Boman sum Valdimar vaktarmaður


Búnin hjá Valdimaktar vaktarmanni aftan.

Búnar

Av tí at seymikonan jú tíverri er farin higani (annars var jú ongin leikur...), havi eg verið noydd at seyma búnarnar sjálv.
Her eru nakrar myndir av onkrum teirra:


Oktavian hevur klagað um, at Trøllmaðurin Erebus ongan hatt hevði, so nú hevur hann fingið hatt. Tað tók mær ein heilan dag at seyma. Eri ikki von at seyma hattar......

Her eru helvtin av leikarunum í búnum.

Skógmakarin má eg eisini vera.......