Tuesday, July 5, 2011

Viðvíkjandi ljós og ljóðið - thrillarin.......

Hetta er tann mest nervapirrandi parturin av verkætlanini, tí hann havi eg so lítið stýr á sjálv.

Árni Baldvinsson hevur fyri langari tíð síðani játtað at hjálpa mær og einasta mánðin ella nakað meira, hevur hann kannað hvørjir møguleikarnir eru fyri ljósið til eitt so lítið leikhús.
Eftir nógva leitan hevur hann funnið LED-ljós í Onglandi, nærri sagt í Lancashire (ja, eg mátti sláa tað upp á Google-maps, havi ikki hoyrt navnið áður). Alt er nú bílagt, men tað hevur verið eitt satt sirkus at fáa tað sent hendan vegin. Tað letur til, at vera lættari at fáa vøru úr New Zealandi enn úr Onglandi, og í hvussu so er bíligari....
Tað endaði við at vera Safari Transport, sum fyri ikki so lítið av pengum skal skaffa mær ljósini her til innan 10 dagar. Posta royndi sítt, tað var væl bíligari, men vísti seg ikki at rigga í seinasta enda, tíverri. Faroe Ship var bara enn dýrari, og tíverri eru ikki stundir at bíðja eftir tí vanliga postinum.

Dimmararnir til ljósini eru bílagdir úr USA, men tað var nógv lættari. Vónandi koma teir fram líka skjótt.
Hetta er dimmarin

Árni hevur funnið ein ungan mann, sum dugir naka øgiliga smart, nevniliga at seta ljós- og ljóð-cue'ini saman í eitt og saman forrit, so tað ikki verður neyðugt at hugsa um meira enn eitt sett av cue'um, meðan eg spæli. Hetta er beinleiðis genialt, tí eg havi stúrt ikki so heilt lítið fyri at verða noydd til at brúka báðar føtur at stýra teknikkinum, meðan eg havi báðar hendur upptiknar við dukkunum. 
Kjartan Nolsø eitur hesin ungi bjargingarmaðurin. Hann hevur funnið mær ljós-kontoll-dims, sum skal seta samband millum ljós og teldu. Hetta er bílagt úr Týslandi.... 
Ljós-kontoll

Eg bíði spent (í so spent) eftir hesum trimum pakkunum...... Eg veit bara, at eg fari at anda eitt sindur lættari, tá tað alt er komið fram.

Men har er enn ein trupulleiki: Hetta forritið, sum so smart skal koyra allan teknikkin koyrir bara á Mac!! 
Eg havi nú í eina viku eftirlýst ein brúktan makk á Facebook o.l., men higartil er ongin vinningur. Ongin vil selja mær sín gamla MacBook. Tað er altso sum sørans. Vanliga skifta fólk teldur út í heilum, hví skifti ongin út beint nú??
Vónandi ordnar tað seg...............

No comments:

Post a Comment