Wednesday, May 30, 2012
Allarseinast sýning av Revinum og serligt tilboð
Revinum við silkiturriklæðinum
Er tú ein av teimum, sum enn ikki hevur sæð leikin, sum síðan juli 2011 hevur ferðast sum alt landið, so er hesin eini møguleikin eftir. Ongar eykasýningar verða!
Sýningin verður í Sjónleikarhúsinum í Snikkarastovu. Inngongd aftanfyri við Hans Andriasar-standmyndina.
Forsøla av atgongumerkum er í Kunningarstovuni, men eisini ein tíma undan sýning í sjálvum Sjónleikarhúsinum.
Serligt TILBOÐ er í samband við Mentanarnáttina:
![]() |
| Keyp bókina um leikin fyri ½ prís! Bara 100 kr!!! Í vøkru bókini er øll søgan og nógvar myndir frá leikinum, so tú kanst fáa løtuna at vara longri. |
Familja.fo skrivar um okkum her
Wednesday, March 28, 2012
Børnini ummæla Revin í útvarpinum
Jonna Fritzdóttir Mortensen frá Barnaútvarpinum var við soninum til eina av seinastu almennu sýningunum av Revinum. Hon prátaði við leikhússtjóran og við nakrar av áskoðarunum.
Tað er ein frægd at hoyra, hvussu nógv børnini fingu við :)
Lurta her:
Friday, March 23, 2012
Netumtala av Revinum
Eitt sindur av umtalu afturat hava vit fingið á netinum.
Sigrun Hjalmarsdóttir skrivar:
"Takk fyri eina góða uppliving í Sjónleikarhúsinum í gjár. Ikki á hvørjum degi, vit síggja dukkuleik í Føroyum. Dreingirnir vóru sera hugtiknir og tosaðu nógv um leikin aftaná. Søgan var hugtakandi og dukkurnar vóru fantastiskar! Vónandi sleppa vit skjótt aftur at síggja dukkuleik :):)"
Signe Skaaning skrivar:
"Så har vi været til "revurin í silvurturriklæðnum" der er Rakel Helmsdal´s skildring af den bestøvlede kat, fremført som dukketeater. Den var rigtig god, og hun er brand dygtig, og børnene vil bare have meeeeerr ;) "
Laufey H. Blaasvær skrivar:
"Fantastiskt upplivisli at síggja dukkusjónleikin "Revurin og silkiturriklæðið" í Sjónleikarahúsinum ídag við Bjarna og Lilju. Tey sótu pinna still og labbaðu hvørt orð í seg :) Eg eri málleys av beundring Rakel ! Sera flott ! Og at børnini so eftir leikin vóru biðin um at siga nøkur orð í mikrofonina hjá Barna-ÚF gjørdi bara upplivingina enn stuttligari."
Og Birgir Kruuse nevnir okkum í einum blogginnleggi:
http://birkblog.blogspot.com/2012/03/vikuskifti.html
![]() |
| Mynd sum Høgni Heinsen tók til grein í Sosialinum. |
Sigrun Hjalmarsdóttir skrivar:
"Takk fyri eina góða uppliving í Sjónleikarhúsinum í gjár. Ikki á hvørjum degi, vit síggja dukkuleik í Føroyum. Dreingirnir vóru sera hugtiknir og tosaðu nógv um leikin aftaná. Søgan var hugtakandi og dukkurnar vóru fantastiskar! Vónandi sleppa vit skjótt aftur at síggja dukkuleik :):)"
Signe Skaaning skrivar:
"Så har vi været til "revurin í silvurturriklæðnum" der er Rakel Helmsdal´s skildring af den bestøvlede kat, fremført som dukketeater. Den var rigtig god, og hun er brand dygtig, og børnene vil bare have meeeeerr ;) "
Laufey H. Blaasvær skrivar:
"Fantastiskt upplivisli at síggja dukkusjónleikin "Revurin og silkiturriklæðið" í Sjónleikarahúsinum ídag við Bjarna og Lilju. Tey sótu pinna still og labbaðu hvørt orð í seg :) Eg eri málleys av beundring Rakel ! Sera flott ! Og at børnini so eftir leikin vóru biðin um at siga nøkur orð í mikrofonina hjá Barna-ÚF gjørdi bara upplivingina enn stuttligari."
Og Birgir Kruuse nevnir okkum í einum blogginnleggi:
http://birkblog.blogspot.com/2012/03/vikuskifti.html
Dorit Hansen skrivaði stóra grein í vikuskiftissosialinum 17. mars. Eg leggi greinina út seinni......
Sunday, March 18, 2012
"Børn elska góðar søgur" - grein í Sosialinum 17. mars
Skúlin eigur
at lata upp fyri nógv størri kreativiteti, sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal,
sum hetta vikuskiftið sýnir dukkuleikin, Revurin við silkiturriklæðinum í
Sjónleikarahúsinum í Havn.
Tekstur: Dorit Hansen
Mynd: HeinesenMyndir
Uppi undir loftinum skríður ein dreki, á
gólvinum spæla tvær stórar kettur, og í kjallaranum niðri undir okkum sita
hálvliðnir sjónleikarar og bíða eftir at fáa hár av tibetanskum lambsskinni.
Vit sita inni í glasstovuni hjá rithøvundanum Rakel Helmsdal og tosa um ævintýr
og føroyska fólkaskúlan.
Rakel hevur í vetur havt fleiri skúla- og
barnagarðssýningar við dukkuleikinum, Revurin við silkiturriklæðinum. Hon hevur
sjálv skrivað leikritið og gjørt leikarnar, og við tveimum hondum og einum fóti
stýrir hon allari sýningini.
- Børn elska góðar søgur, tey eiga at sleppa
at njóta tær, uttan at vit petta tær sundur ella vísa teimum træðrirnar í
dukkunum, sigur Rakel, sum ikki loyvir smáu børnunum afturum leiktjøldini, tá
hon sýnir fram. Hon vil ikki stjala
upplivingina frá teimum og heldur, at
eisini í skúlanum áttu børn at fingið loyvi at liva seg inn í nýggjar
veruleikar.
Kúllaligir
dreingir hvørva í dukkuleiki
Dukkuleikurin hjá Rakel hevur serliga verið
sýndir fyri yngri børnum, men størri børn hava eisini sæð leikin og verið
hugtikin av honum.
- Tá eg setti leikin upp í Miðvági fyri
barnagarðsbørnum, vóru nakrir størri dreingir í skúlanum, har sýningin skuldi
vera. Teir blivu við at ganga uppi í, meðan eg setti upp, og órógvaðu faktiskt
eitt sindur. Men so segði eg við teir, at teir kundu sleppa at hyggja, um teir
ikki pilkaðu við nakað.
- Og teir vóru púra burtur í dukkunum og
leikpallinum, teir spurdu og spurdu, og tá barnagarðsbørnini komu, vildu teir
eisini sleppa at sita og hyggja. Ein av
dreingjunum segði við meg aftaná, at tá hann fór at vera stórur, fór hann
eisini at vera dukkuleikstjóri, greiðir Rakel flennandi frá.
Seinni segði ein vaskikona henni, at hesir
dreingirnir vóru tiltiknir fyri ikki at duga at sita stillir til nakað sum
helst.
Í læru
hjá marionettmakara í Prag
- Eg vildi hava eitt leikhús, har eg fekk
gjørt alt sjálv, men allar tær dukkurnar, sum eg hevði sæð, bæði í bókum og á
netinum, vóru dukkur, sum vóru stýrdar av tveimum hondum. Og skalt tú brúka
báðar hendurnar til eina dukku, er ikki lætt at hava fleiri dukkur á pallinum.
Men í Prag fann hon út av, at í Eysturevropa
er tað siðvenja við einhandsdukkum. Og hon fann eisini ein marionettmakara, sum sjálvur hevði havt
eitt einmans marionettleikhús í fleiri ár.
- Eg keypti reyða revin í Prag og fekk nógv
góð ráð um, hvussu eg kundi gera dukkur og leikhús. Síðani fór eg heim aftur og
gjørdi allar hinar dukkurnar í leikinum, greiðir Rakel frá.
Oyðimarkagongd
og ein nunna uttan rútmu
Ein skuldi trúð, at ein genta, sum elskar at
lesa og skriva, hevur havt eitt perlulív í skúlanum, men so var ikki, sigur
Rakel Helmsdal.
- Mín egna skúlagongd var ein oyðimarkagongd.
Tað, sum eg dugdi, hevði einki virði. Man skuldi duga tingini uttanat, og tað
var ikki nakað pluss at hava eitt gott hugflog.
Henni dámdi væl at lesa, men hon las bara
danskt. Alt tað føroyska var gamalt og fremmant, og tað, sum var týtt, var
tungt og stirvið. Stílevni sum “Mín summarferia” og “Mín jólaferia” vaktu
heldur onga skrivigleði.
Millum góðu lærararnar minnist Rakel nunnuna
Systur Jaqueline í Sankta Frans Skúla, sum hon hevði í sangi. Nunnan hevði
ongan rútmusans, men hon dugdi væl at fortelja.
- Hon dugdi so ótrúliga væl at endursiga
søgur, sum hon hevði lisið. Tímarnir hjá henni eru millum bestu løturnar, sum
eg minnist úr skúlanum, sigur føroyski rithøvundurin.
Pápabeiggin
við pappírs Shakespeare
Tað, sum Rakel ikki fekk í skúlanum, fekk hon
við hús. Pápin las søgur fyri henni og eggjaði henni at skriva. Og mamman hevði
givið yrkingasøvn út og víst, at skriving var ein møgulig yrkisleið.
- Sum smágenta tók mamma mín meg við til
dukkuleik hjá Ragnheiður Skipper og hennara Silkeborg Dukketeater, sum
ferðaðist í Føroyum fleiri ferðir.
- Ragnheiður og mamma vóru barndómsvinkonur,
og eg helt leikirnar vera fantastiska hugtakandi. Møguliga var hetta fyrsti
spírin til marionettdreymin, sigur Rakel. Ella kanska var tað pápabeiggin, sum
sáddi fyrsta spíran. Hann var prestur og hevði eitt flott pappírsdukkuleikhús
heima við hús.
- Hann klippti millum annað dukkur til leikin
Hamlet eftir Shakespeare, síðani tók hann leikin uppá ljóðband, har øll í familjuni
lósu ymiskar leiklutir inn. Og so spældi hann leikin við pappírsdukkunum, meðan
ljóðbandið koyrdi aftanfyri.
Børn
læra við at spæla og skapa
Dóttir Rakel gongur í Frískúlanum í Havn. Har
er ein helt øðrvísi undirvísing enn tann, Rakel kennir frá sínum egna barndómi
og frá skúlagongdini hjá elsta soninum.
- Elsti sonurin hevði tað lætt í
fólkaskúlanum, men fekk frið, tí hann
lærdi skjótt. Av tí sama lærdi hann ikki at arbeiða og fekk eitt sjokk, tá hann
kom í Hoydalar. Í Frískúlanum fáa øll børn avbjóðingar, tí hvørt einstakt barn
fær síni egnu skúlating. Tey verða alla tíðina ment eitt petti longur, enn har
tey eru.
Og tey verða eggjað til sjálvi at skapa. Tá
tey t.d. gera bókaummælið, sum øll gera heilt frá 1. flokki, skriva tey ikki bara um bókina, men gera
eisini eina sjálvvalda verkætlan út frá bókini, skapa onkran lut, gera
tekningar og onkur hevur gjørt kvæði út frá bókini. At gera læringina ítøkiliga
er ein aðaltáttur í skúlanum. Hetta hálvárið hava tey havið sum tema, og tí
verða lutir og hugtøk úr sjónum drigin inn í allar lærugreinar.
- Tey
skapa og spæla - og læra av tí sama nógv meira enn onnur børn, heldur Rakel.
Lítisvirdi,
men lívsneyðugi kreativiteturin
Sambært føroyska rithøvundanum, kann
fólkaskúlin læra nógv av Frískúlanum. Frískúlin er øðrvísi skipaður, men eisini
uttan tær stóru kollveltingarnar ber til at lata upp fyri størri kreativiteti
og menning í fólkaskúlanum.
- Vit skulu fortelja tær góðu søgurnar, ikki
bara greina tær og petta tær sundur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja
teirra egnu søgur. Børn hava eitt innara ríkidømi, sum skúlin kann draga fram
heldur enn køva, tí kreativiteturin er
lívsneyðugur fyri bæði læringina og lívið, staðfestir Rakel Helmsdal
Ketturnar á gólvinum eru sovnaðar, við
køksborðið situr dóttirin og roknar saman við pápanum, og uttanfyri stóru
vindeyguni í glasstovuni er lítli urtagarðurin nú horvin í kvøldarmyrkrinum. Í
morgin verður aftur ein vanligur skúladagur hjá børnum í Føroyum, og um
vikuskiftið fara marionett leikarnir í
Karevalla Marionett-Teatrinum á pall í Sjónleikahúsinum í Havn.
Faktaboksir:
Karavella Marionett-Teatur
Navnið hjá leikhúsinum, Karavella
Marionett-Teatur, stavar frá einari hurð í Prag. Hurðin var stongd, men aðrar
hurðar lótu seg upp fyri Rakel Helmsdal, og stutt eftir gjørdist føroyska
Karavella Marionett-Teatur veruleiki.
Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastra
seglskip, sum er serliga lætt at stýra og siglur skjótt. Karavella
Marionett-Teatur er eitt einkvinnuleikhús, sum eftir ætlan skal ferðast kring
landið við einum nýggjum leiki á hvørjum ári.
Í ár hevur Karavella Marionett-Teatur havt 13
marionett leikarar. Ein marionett er ein dukka, sum verður stýrd við træðrum,
og marionettsjónleikur er gomul siðvenja, sum kann førast heilt aftur til 2000
f.Kr.
Revurin
við silkiturriklæðinum
Leikurin
Revurin við silkiturriklæðinum er bygdur á klassiska ævintýrið hjá
Charles Perrault um Køttin í styvlunum.
Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum júst
hevur mist mammu sína. Ein revur bjóðar seg til at hjálpa henni, um hann fær
tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæðið hjá mammuni. Revurin bæði lýgur,
lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan í leikinum.
Pápi Rakel, Ole Jakob Nielsen, hevur smíðað
leikhúsið, Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað, Árni Baldvinsson hevur
bygt pinkuljósskipanina, og Kjartan Nolsøe Jespersen hevur verið ljóð og
ljóstøkningur.
Leikurin var frumframsýndur á Ólavsøku 2011,
og seinastu sýningarnar verða hendan mánaðin. Um vikuskifti verður leikurin
sýndur í Snikkarastovu í Sjónleikarahúsinum (inngongd í kjallaranum).
Sýningarnar vera leygardagin og sunnudagin báðar dagar klokkan 15 og 17.
Tvey ummælið av "Revinum" á Facebook!
Í dag skrivar Steinvør Fonn hetta lítla ummælið á Facebook.
Her á Karavella Marionett-Teatri eru vit øll so fegin, at vit mugu seta tað á bloggin beinanvegin! Vit takka so ♥ liga fyri!
![]() |
| Steinvør Fonn |
"Esbern Hansen, Rasmus, Beinta Vang, Durita og Leivur og eg vóru til dukkusjónleikin: "Revurin við silkiturriklæðinum" í kjallaranum í sónleikarhúsinum í Havn í dag. Rakel Helmsdal "spældi" 13 dukkur og orðnaði ljós, ljóð/tónleik og skifti bakgrundir og hevði gjørt hesar alvorliga vøkru dukkurnar sjálv, sum vóru í sera flottum, litføgrum klæðum. - Tað var eitt stórt upplivilsi og alvorliga flott klárað av Rakel, og ótrúliga væl spælt! Wow sigi eg bara!!!
Ljósið sløknar. Tað er myrkt inni. Vit sita á gólvinum. Tað er hugnaligt og vit eru spent. :) Og so fer teppið frá á hesum líttla, fitta, vakra pallinum, sum kanska bert er ein metur ella so (dugi kanska slett ikki at meta um.) :) Siðani tendrar eitt grønligt ljós, og eg minnist bara, at myndin við ljóði og øllum gjørdi inntrykk á meg, tí tað var so vakurt. Eg hevði ikki væntað hatta. Eg hugsaði "wow" og smíltist innan og gleddi meg nú av álvara at síggja leikin.
Eg haldi tað vera ótrúliga flott klárað at gera alt hatta í senn. At spæla allar hesar ymisku dukkurnar, sum høvdu ymiskar røddir við ymiskum tónaløgum - at skifta tónleik, at skifta bakgrundir og skifta dukkur og halda lív í leikinum. - Hatta var ein øðrvísi uppliving fyri meg. Ein góð uppliving, sum eg fari at minnast leingi."
Og júst nú, meðan bloggurin verður skrivaður, hava vit fingið at vita, at enn eitt stutt ummælið er á Facebook. Tað er Beinta Vang, sum skrivar:
![]() |
| Beinta Vang |
"..er sera imponera av fráleika dukkusjónleikinum hjá Rakul Helmsdal. Hann verður aftur í morgin...FAR FAR FAR!! :) (hon førir 13 dukkur sera sannførandi..umframt ljós og ljóð og frásøgn, føli meg eitt orduliga gott upplivilsi ríkari :))
Sum smágenta var eg einaferð til ein dukkusjónleik á bókasavninum í Klaksvík, eg var totalt hugtykin og føldi sum var eg við í einum gandi...mín stórsta listarliga uppliving í lívinum :) tað var stuttligt at sleppa at taka Duritu við til ein orduligan dukkusjónleik í dag, teir eru ikki títtir í Føroyum...eg veit ikki um hon fekk eitt líka stórt upplivilsi, sum eg fekk sum smágenta (uttan sjónvarp) , men góður var leikurin so í hvussu so er. Vit eiga eitt stórt listarfólk í Rakul Helmsdal."
Friday, March 16, 2012
Seinastu almennu sýningarnar av "Revinum"
Her er eitt lítið brot úr leikinum.
Myndagóðskan er ikki góð, men betur havi eg tað tíverri ikki enn....
Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu
almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.
Á
Ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum
“Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast kring landið
og spælt í skúlum og barnagørðum. Nú verða so seinastu almennu sýningarnar í
Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum leygardagin og sunnudagin kl. 15 og 17.
Leikurin
er bygdur á klassiska ævintýri hjá
Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat
botté” (Køtturin í stivlum). Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur
einsamøll eftir í verðini. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann
fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæði, einasta minni hon hevur eftir
deyðu mammu sína. Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar,
men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt.
Leikurin er um 40 minuttir og er fyri børn og barnligar sálir. Marionettleikir
og ævintýr hava tað til felags, at tey eru fyri allar aldrar.
Karavella
Marionett-Teatur hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og
hevur skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar
leiklutirnar. Hon hevur fingið holla hjálp frá Ole Jakob Nielsen (Føroysk
Træslist) til at smíða leikhúsið, og Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað.
Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hava staðið fyri ljós- og ljóðtøkni.
Rakel
Helmsdal hevur áður roynt seg í flestu greinum innan leiklist, spældi m.a. við í fleiri Leikhúskabarettum síðst í
80’unum, og hevur síðani fingist við ymiskt handan pall: at leikstjórna, seta
ljós og ljóð, seyma búnar og smíða pall, verið framleiðslustjóri og skriva
leikir.
Áhugi hennara
fyri marionettleiki stavar heilt frá barnaárunum. Pápabeiggi hennara hevði eitt
vælútgjørt dukkuleikhús úr pappi, og hevði fingið alla familjuna at spæla
Hamlet inn á spolabandupptakara. Seinni sá hon eisini fleiri ferðir Silkeborg
Dukketeater við føroysku Ragnheiður Skipper, sum plagdi at hava marionettleikir
á Ólavsøku. Hesar bergtakandi upplivingarnir fóru ongantíð heilt úr hugnanum,
og í tannárunum fekk hon pápa sín, dugnaliga trælistamannin Ole Jakob Nielsen,
at gera sær sína fyrstu marionett.
Seinni
fór hon av álvara at granska marionettir og fyri skjótt tveimum um árum síðani fór
hon undir verkætlanina Karavella Marionett-Teatur. Ein námsferð til
marionetthøvuðsstaðin Prag var startskotið og síðani hevur hon modellerað
dukkurnar og seymað búnar og so við og við sett verkætlanina saman.
Ein
karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra,
lætt og siglir skjótt. Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt
til at taka sundur og fara á ferð við.
Tá hesar
sýningarnar eru spældar, verður nýggjur leikur settur upp, sum fer at hava
frumframførslu seinni í ár. Atgongumerki til “Revin við silkiturriklæðinum”
fáast við dyrnar tíma undan sýning.
![]() |
| Bókin um Revin við sikliturriklæðinum er eisini til sølu til niðursettan prís. |
Les alt
um Karavella Marionett-Teatur á her á blogginum!
Friday, March 2, 2012
Revurin fer á Suðuroyarferð
Sunnudagin 4. mars byrjar Karavella Marionett-Teatur sína áður vegna verkfall útsettu Suðuroyarferð.
Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum.
Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri skúlabørnunum har.
Leikararnir eru allir sera spentir og gleða seg at fara á turné.
"Eg elski at sigla!" sigur Julia fegin, tá hon fær boðini.
"Ja," tekur Vilma undir, "eg hevði glett meg so at fara tá í januar. Tað var frálíkt, seinast vit vóru har suðri í heyst. Gott at hatta verkfalli endiliga var av!"
Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum.
Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri skúlabørnunum har.
Leikararnir eru allir sera spentir og gleða seg at fara á turné.
"Eg elski at sigla!" sigur Julia fegin, tá hon fær boðini.
"Ja," tekur Vilma undir, "eg hevði glett meg so at fara tá í januar. Tað var frálíkt, seinast vit vóru har suðri í heyst. Gott at hatta verkfalli endiliga var av!"
Seinastu sýningarnar av Revinum verða helst í mars
Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik.
Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út.
Til ber enn at bíleggja sýningar. Upptikið er til og við 12. mars.
17. og 18. mars fara vit at spæla fýra almennar sýningar í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum, men aðrar sýningar eru enn ikki á skránni eftir 12. mars, so tey, sum skunda sær at seta seg í samband við okkum, fara at kunna velja millum dagarnar eftir eru. Her er lýsingartekstur okkara:
Fá eitt marionett-leikhús á vitjan!
Karavella Marionett-Teatur er eitt ferðandi leikhús, sum á hvørjum árið framførir ein nýggjan leik. Leikárið 2011/12 eitur leikurin “Revurin við silkiturriklæðinum”.
Leikurin er bygdur á ævintýrið hjá Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat botté” (Køtturin í stivlum). Hetta er eitt heldur óvanligt ævintýr: Revurin bæði lýgur, lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan og seymikonudótturin skal onki annað gera fyri at vinna ríkidømi og kongssonin, enn hava álit á revinum. Ævintýrið vísir, at tað ber til at yvirliva og eydnast í lívinum, hóast útlitini eru vánalig; børn, sum jú ikki kunnu gera stórt at ávirka umhvørvi sítt, og ofta verða vónsvikin av miseydnaðum royndum, kunnu kenna ugga í slíkari søgu. Tað loysir seg, at varnast tær smáu gerðirnar...
Leikurin, sum er 40 minuttir til longdar, er egnaður børnum frá 3 til 10 ár.
Les meira um Karavella Marionett-Teatur á http://karavella-marionett.blogspot.com/
Kostnaður fyri eina sýning er 4500 kr. Eru fleiri sýningar í sama høli er kostnaðurin 3500 kr fyri hvørja av teimum seinnu. Til ber t.d. at skúli og dagstovnur í somu bygd /býi bíleggja sýningar saman.
Karavella Marionett-Teatur vitjar kring alt landið, har til ber at koma við leikhúsbilinum.
Krøv til høli: Skal kunna myrkaleggjast og hava eina vanliga streymkontakt. Skal vera nóg stórt til eitt leikhús á 240 x 85 cm í gólvvídd og pláss til áskoðarar.
Í mesta lagið 60 áskoðarar kunnu vera til hvørja sýning.
Karavella Marionett-Teatur spælir leikin fram til 31. mars. Vit kunna avtala nær tað liggur best fyri.
Bílegg hjá Rakel Helmsdal á tlf. 216596 ella á telduposti rakel(at)helmsdal.fo.
Í samband við sýningina ber til at ogna sær nýggju bókina “Revurin við silkiturriklæðinum”, sum forlagið Kalessin gevur út, til niðursettan prís.
Wednesday, February 29, 2012
Karavella fær brøv frá Frískúlanum
Tann 21. februar var Karavella Marionett-Teatur og vitjaði í Frískúlanum í Havn.
Leikararnir siga allir sum við ein munn, at sjáldan hevur tað verið so stuttligt at spæla sum tann dagin. Børnini vóru so áhugað, og settur eitt ótal av spurningum eftir sýningina. Tey vildu vita, hvussu alt um hvussu leikhúsið og leikurin og leikararnir vóru vorðnir til, og hóast tey ikki sluppu afturum pallin, so var forvitni stórt at vita, hvat fyrigekk har afturi. Hvussu nógv vóru har aftanfyri og spældu?
Svari var sjálvandi, at har eru 13 leikarar og so músin, gásin og Rakel, sum eru rekvisittir.
Í gár fingu vit so handað eina virðismikla gávu frá børnunum á Miðhæddini í Frískúlanum, tey sum ganga í 1. og 2. flokki: Eina rúgvu av takkarbrøvum við fínum tekningum. Her er ein mappa við øllum brøvnum.
![]() |
| Vitjan í Frískúlanum - brøv frá miðhæddini |
Vit eru øll á Karavella djúpt rørd og takka børnunum á Miðhæddini fyri brøvini.
Leikararnir eru sera ernir av at verða so vakurt avmyndaðir!
Subscribe to:
Posts (Atom)
























