Monday, July 23, 2012

Frumsýningin er farin afturum!



Tað hevur verið rættliga hektiskt í Karavella Marionett-Teatri seinastu dagarnar upp undir frumsýningina. Nógvir snøklar skulu uppá pláss, so sum ljóðeffektir, tær endaligu ljóssetingarnar, skuggarnir, sum skuldu rættast til, skrímslini sum høvdu fingið onkrar smáskaðar undir venjing og skuldu umvælast o.a.m., alt meðan nógvar venjingar vóru. 
Leygarmorgunin flutti leikhúsið úr kjallaranum á Venjingar/lærararskúlanum og oman í ein annan kjallara: Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum.
Uppsetingin av leikhúsinum gekk uppá stás og um middagsleiti høvdu skrímslini sín pall kláran.
Kl. 15 var aðalroynd og hon gekk sum ein aðalroynd skal: IKKI VÆL! Áskoðararnir klagaðu um banniorð handan pallin, og byrjanin mátti takast einar 3 ferðir áðrenn glið kom á.... Men soleiðis skal tað var. Gongur aðalroyndin ov væl, verður frumsýningin miseydnað.


Í gjár, sunnudagin 22. juli kl 16 vóru øll tey innbodnu, og nøkur fá sum høvdu keypt atgongumerki, komin og leikurin byrjaði.
Og alt gekk sum tað skuldi!! Skrímslini mintust allar sínar replikkir, skuggarnir komu allir inn tá teir skuldu (ella næstan) og rekvisittirnar skikkaðu sær væl. Ljós og ljóð tendraðist og sløktist har og nær tað átti!!
Áskoðararnir vóru fegnir og skrímslini vórðu klappaði inn 3 ferðir!!


Aftaná var ein hugnaløta í Áarstovu, uppi á í Sjónleikarhúsinum, við víni, saft, pinnamatum og røðum. Hóast leikhúsið er lítið og leikararnir minni, so má ein ordiliga premieruveitsla vera, annars er tað ikki eitt veruligt leikhús!
Karavella Marionett-Teatur takkar Katrin Kalsberg og Katrinu í Geil fyri at skipa fyri og matgera, Guðrið Helmsdal og Anniku Olsen fyri at baka og Felisiu, Sirius og Selmu fyri at henta blómur at pynta Áarstovu við til premieruveitsluna :)


Mikudagin byrjar tað so av álvara: Tvær sýningar um dagin í 4 dagar! Longu nú eru helvtin av øllum atgongumerkjunum avløgd, so hetta boðar frá góðum.
Vit gleða okkum at spæla!!





No comments:

Post a Comment