Upp undir Ólavsøku
hevði leikurin “Skrímslini” hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í
Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu
sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin,
hesaferð á Tjóðpallinum.
Sýningarnar verða leygardagin
11. august kl. 15 og 17 og sunnudagin 12. august kl. 15 og 17.
Leikurin er bygdur
á bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Kalle
Güettler og Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal hevur gjørt leikritið, gjørt
marionettir og pallmynd og er dukkuførari. Hedvig Westerlund-Kapnas
leikstjórnaði og Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hjálptu við
tøkni. Ole Jakob Nielsen smíðaði.
Bøkurnar um
skrímslini eru higartil seks í tali og sjeynda bókin kemur væntandi í heyst.
Tær eru skrivaðar á trimum upprunamálum í senn: føroyskum, íslendskum og
svenskum, og umsettar til danskt, norskt, finskt, franskt, spanskt og
kinesiskt. Tær hava fingið fleiri heiðurslønir og útnevningar og sera góð
ummæli í øllum londum. Norðurlendska rithøvundasamstarvið Jónsdóttir/Güettler/Helmsdal
er serstakt; ógvuliga fá tvørmálslig høvundasamstørv hava havt so langa livitíð
og góð úrslit.
Leikurin
“Skrímslini” hevur fingið gott ummæli. Gunnvá Zachariassen skrivar á
Listablogginum:
“Vit kenna tey (skrímslini) og teirra trupulleikar so væl
aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag, klandur, semja, umsorgan,
ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur rundan um okkum til tíðir so
fløkjut. Í Rakelsa søgum verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára
einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi
sjarmerandi Skrímsl. "Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!" "Nei,
eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!" Soleiðis kunnu vit børn og
vaksin kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann
identifisera seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við
sama poetiska og djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d. Mumitrøllini
hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara vinir. Vit eru
góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í sínum
karakteri.” Les alt ummælið HER
Atgongumerki verða
at fáa 1 tíma undan sýning á Tjóðpallinum, men longu nú ber til at bíleggja við
at senda teldupost til karavella.marionett@gmail.com.
No comments:
Post a Comment