1. turnédagurin í Suðri er av. Í dag spældu skrímslini fyri
børnunum í Pakkhús 4 og fyri teimum úr frítíðarskúlanum. Sýningin var á
hugnaliga Seglloftinum.
Aftaná bjóðaði Anna í Pakkhúsinum køku og saft.
|
Leikhúsið klárt at seta upp á Seglloftinum |
Eg gav mær í dag góðar stundir at pakka niður. Nógvir lutir
eru í leikhúsinum og tað er lætt at koma til at gloyma onkran eftir, so tí havi
eg sett mær fyri at merkja teir allar við Karavella Marionett-Teatur, ella um
tað ikki er pláss, so bara KMT og so telefonnummar. Ein hvíta tusj til har tað
er málað svart, annars bara vanliga svarta tusj.
Tá tú hevur eitt ferðandi leikhús, eru nøkur amboð, ella
skuldi kanska heldur kallað tað nøkur sløg av tilfarið, sum tú ikki kanst
hálovað nóg mikið. Hesi eru karalás, gaffatape, magnetir og elastikk. Hesi gera
tað so nógv lættari at hava eitt leikhús sum skal takast sundur og setast saman
í heilum. Tey kunnu nýtast á so ómeliga nógvar mátar.
|
Tey nýggju síðutjøldini. Hesi eru lænt frá Tjóðpallinum, tí tey eg havi bílagt, eru ikki komin enn... |
|
Tey nýggju síðutjøldini geva mær eitt frálíkt "backstage" øki, sum eg havi saknað. Her kann alt óruddi standa í frið. |
|
Karalás eru fantastisk til at festa leysar leidningar undir sýning. |
|
Ella til at festa teir, meðan leikhúsið verður flutt- |
|
Lás av ymsum slag eru øgiliga hent at hava. |
|
Tey løgnastu tingini kunnu vera til gagns í einum ferðandi leikhúsið. Her verður holband nýtt til at "parkera" marionettir á. |
|
Gaffatape kann nýtast til meira permanentar leidningsfestingar. |
|
Magnetir á hendurnar og so kunnu skrímslini taka ymiskt upp heilt sjálvi ;-) |
No comments:
Post a Comment