3. dagurin á Suðuroyarturnéeini hjá Karavella
Marionett-Teatri er av, ein dagur rokaður av nýggjum upplivingum og myndum á nethinnuni.
Tíðiliga í morgun komu skrímslini og eg til Vágs og
eftir at hava koyrt eitt sindur aftur og fram og spurgt onkran mann á kajini um
veg, funnu vit grøna Pakkhúsið, ella “Stóra pakkhús” sum tað stendur á skeltinum.
Bygningurin frammanfyri Pakkhúsið sær eisini út sum eitt gamalt grønt pakkhús og er nógv
størri, men líka veit eg…..
Har vóru heilt fitt av trappum upp til høli, men tíbetur
fingu vit hjálp. Jakob Skaaning kom og bar kassarnar niðan, og so var klárt at
seta upp.
Kl. 10 í 10 byrjaðu fyrstu børnini at tysja inn, og tey komu
so pø a pø inntil fult var. Men tá var klokkan helst farin væl av 10, tí tá
leikurin var av og øll farin aftur, var bara eitt korter til næstu sýning kl. 11.15. Har var ikki tíð til annað enn at kóka ein kopp av te, drekka
hann, koyra rekvistittir og skuggar uppá pláss og so spæla aftur.
Tey fyrstu sum hugdu vóru úr barnagarðinum Eikilund og
aftaná vóru tað skúlabørn úr 1. 2. og 3. flokki í Vágs skúla.
Klokkan var farin av 1 áðrenn alt var í bilinum aftur og eg
hevði frí. Leikhúsbilunin og eg settu nøsina móti Fámará…..
Men tað vísti seg ikki bara at vera sum at siga tað, hvønn veg nøsin skuldi venda. Fyrsta fólki eg spurdi um
veg, smíltist bara stórt og segði “Handan veg” (mótsetta vegin eg koyrdi). Tey
næstu, tríggir smádreingir, søgdu “Hendan veg, haldi eg…” og beindu meg at
koyra víðari fram. Eg sniglaði meg longur og longur niðanbrekku í Vági, men enn
var onki tekin um, at hetta var vegurin til Fámará. Triðja fólki eg í
desperation spurdi um veg, var kortini væl betur skorin fyri tungubandið.
Vinarliga konan bjóðaði seg til at koyra við mær eitt petti, tí tað var satt at
siga ikki so einfalt at greiða frá vegnum til Fámará. Vit koyrdu oman aftur og
so niðan aftur og so víðari og víðari niðaneftir. Ovast í bygdini segði eg
mínari vinarligu guide fravæl og helt á niðan og niðan og niðan…….
Vegurin smalkaði í heilum, gjørdist óslættari og óslættari,
men eg hevði sæð eitt skelti, sum vísti, at eg var á rættari kós. Tá eg at enda
kom heilt niðan á, mundi dirvið fari frá mær. Hetta var minni og minni ein
vegur meira eitt sindur av asfalti og grasi og leikhúsið ringlaði sum tenninar
í einum skølti aftanfyri í bilinum. Eg rokni ikki við at skrímslini verða blíð
við meg í morgin, so sum eg havi latið tey skrumbla upp og niður í dag….
Eg hugsaði sum so, at nú eg var komin so langt, nú mátti eg
eisini siga B. Leikhúsbilurin sniglaði seg skinklandi víðari fram omaneftir
móti heimsins enda. Eg sá onki tekin um, at har skuldi verið nakar bóndagarður
har niðri… og nú var var heldur onki asfalt eftir millum holini, bara skervur,
grús og gras. Ongin garður sást, men venda mitt í øllum skurslinum var ikki
hugsingur um. Eg mátti halda leiðina fram og royna ikki at hugsa um tað fór at
bera til at koma niðan aftur.
Og so var tað har, tað víðagitna kongaríkið hjá Johan og Rakul: Fámará! Beint
áðrenn tú fert útav eggini og 150 metrar tjums niður í Atlantshavið. Um hetta
ikki er heimsins endi, so er tað í hvussu so er ein av teimum.
Í fleiri tímar sat eg í hugnaliga køkinum og prátaði. Rakul
var tíverri ikki heima, men Johan var og Edward Nyholm Debess hevði eisini
gjørt ferðina til heimsins enda hendan dagin. Millum hundar, kettur,
høsnarungar, marsvín, skjalbøkur og ein kalkununga loystu vit heimsstøðuna og
eitt sindur afturat, og tá eg trygt var komin niðan aftur á skarið (ella hvat
tað nú er), mátti eg bara vera full av undran og virðing:
Rakul og Johan, hetta tit hava gjørt, er onki minni enn eitt
bragd! Tit hava tikið tykkum av hesum av gudunum forlatna staðið, hesum, sum
ongin vildi hava ella legði nakað í, og gjørt tað til nakað viriðsmikið. Til eitt
stað fult av lívið og dreymum, har ein og hvør verður móttikin við opnum ørmum
og lívsgleði. At nakar bara so mikið sum hugsar um at spilla hetta, vísir nakað
syndarligt og skeivt í okkum føroyingum, havisjúka og øvundsjúka tá hon er
verst. Eg sigi ikki “í okkum menniskjum”, tí eg vóni í mínum bjartskygni ikki, at hetta er galdandi
í allari verðini.
Fyri guðs skyld latið Rakul og Johan sleppa at geva okkum
øllum hendan dreymin!!
No comments:
Post a Comment