Karavella er eitt ferðandi leikhús, og tí navnið Karavella, av karavell, eitt seglskip við tveimum ella trimum mastrum, sum er lætt at sigla.
Karavella hevur higartil ikki heilt livað upp til navnið, tí leikhússtjórin, sum eisini er einasta fasta starvsfólki, hevur ikki kunnað flutt leikhúsið púra einsamøll, so sum ætlanin var, men altíð hevur noyðst at tryggja sær, at hon hevði eitt eyka fólk til at lyfta teir báðar kassarnar, har alt tað smáa er í, leikarar, rekvisittir, skrúvur, lampur og you name it..... Kassarnir vóru stutt sagt ov tungir og serliga ov stórir til ein persón at bera.
Men í summar er vend komin í. Í august fór leikhúsið ein túr norður til Leyna í verkstaðið hjá Ole Jakob Nielsen, pápi leikhússtjóran, og har varð tað umbygt. Nú flytist alt lættliga av einum fólki. Teir tveir kassarnir eru vorðnir til fýra, og flytast uttan trupulleikar við einum lítlum sekkjavogni.
Her eru myndir frá umbyggingini:
|
Ole Jakob Nielsen in aktion. Uttan hansara smartu uppfinningar hevði alt hetta ikki borið til. |
|
Herí eru síðustykkini, "dansimáttan", og partar av beinumum til tey nýggju síðuteppini. |
|
Her er tøknin í, "dimmararnir", leidningar, bakljós, og annað áhugavert. |
|
Er eru leikarar, skuggar og frontrelieffið. Í fjórða kassanum eru rekvistittir, amboð og teppir. |
|
Her eru teir tveir sum gjørdust til fýra. |
No comments:
Post a Comment