Wednesday, January 12, 2011

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 6. partur

So kom hæddarpunktið á sjálvari ferðini, tað sum eg var komin eftir: Ein samrøða við ein rættuliga dukkumakara og -leikara: Pavel Truhlar.
Í marionetthandlinum Truhlar Marionety, tí besta í býnum, har tey seldu veruliga listariligar marionettir, hevði eg spurgt gentuna í handlinum, sum annars stóð og keddi seg eitt sindur, tí ongi fólk vóru har uttan eg, sum bara hgudi og hugdi og hugdi og hvørki keypti ella vísti tekin um at fara út aftur, um hon kendi nakran dukkumakara. Ja, segði hon, stjórin hjá mær, hann sum eigur handilin. Eg skal ringja til hansara. So fekk eg t-post og telefonnummarið hjá honum. Hetta var longu næsta dagin í býnum.
Eg sendi t-post, men hoyrdi onki aftur og tí at tíðin rann, avjørdi eg at bíta mína telefonfobi í meg og ringja. Gott eg gjørdi tað, tí hann var ikki í býnum og hevði tí ikki lisið mín t-post. Hann vildi fegin siga mær frá um dukkumakarí, um eg kom tá og tá nakrar dagar seinni.
Og her eri eg so: Á marionettfabrikkini Truhlar Marionety
 Ein eingil og ein djevul á vegginum í skrivstovuni hjá Pavel Truhlar.

Ein annar lítil djevul.
Og Truhlar sjálvur, sum ein vinur hansara hevði gjørt hann. Líktist sera væl!



Eg fekk ómetaliga nógv at vita har hjá teimum. Hann hevði sjálvur fyrr havt sítt einmans marionettteatur, so tað var júst rætti perónurin at tosa við. Nú eru teir fýra vinmenn, sum hava eitt ferandi leikhús saman, men tað er ikki høvuðsvinna teirra. Pavel Truhlar hevur marionettfabrikk, har hann framleiðis hondgjørdar, men seriuframleiddar marionettir til serliga týska marknaðin. Hygg á heimasíðuna hjá teimum, tær eru eisini fínar, hóast tær eru seriuframleiddar.
Posted by Picasa

No comments:

Post a Comment