Eg var til fleiri sýningar í Prag, men avgjørt stórsta upplivingin var leikurin "Aspects of Alice" á "Ta Fantastika - Black Light Theatre". Eg havi ikki sæð slíkt teatur fyrr og leikurin var ein sansauppliving av teimum heilt stóru. At sita har í bølaniðu, ja veruliga so bølakrunkasvart, at tú ikki sært tann sum situr undir liðini á tær, og uppliva gandakendan leik á pallinum, har alt ber til, tyngdarmegin er upployst og litirnir eru tvífalt so klárir sum í ljósi. Kemur tú til Prag, so far í "Ta Fantastika"!!! Kanska vísa tey aftur Aspects of Alice.
Inngongd til Ta Fantastika - Black Light Theatre |
No comments:
Post a Comment