Tá eg fyri skjótt nógvum árum síðani hitti húsbónda mínum, Jógvani, sendi hann mær hesa dansimarionettina, sum hann hevði havt heim við úr Rajastan, til gávus. Tá var eg so smátt farin at gera ætlanir um mítt egna leikhús, og dansimarionettin var góð at venja við. Hetta var í 2001 og árið eftir kom okkara egna lítla livandi marionett uttan træðrir, Felisia. So í nógv ár hevur ikki verið pláss til marionettætlanir, ikki fyrr enn nú, tá bæði Felisia og lítlibeiggi Sirius og stóribeiggi Gwenaël kunnu hava tað stóru gleðina, at verða fyrstu áskoðararnir. Tað er nú ivasamt, um dansimarionettin sleppur á pallin, hon er í so stór, men hvørt veit, kanska hon tekur ein swingom framman fyri pallin av og á!
Drekin her kom við mær heim úr Prag í juni 2010. Hann var alt ov dýrur, men eisini alt ov fantastiskur til at lata vera eftir har. Fann hann hjá Truhlar Marionety, sum eisini góvu mær nógva og góða vegleiðng um marionett-teatur. |
No comments:
Post a Comment