Fleiri stuttligt høvd í Prag:
|
Ein lítil gargoyla, sum jú í veruleikanum bara er eitt takrennufrárensl. Hvør hevði nú á døgum hugsa um at prýða eitt frárensl? Kanska skuldu vit........ |
|
Eitt nokkso stuttligt halgimenni. Glorian situr sum ein lítil gullparasol yvir høvdinum. |
|
Ein sera fín lítil matstova, sum í sínum hugnaliga bakgarði hevði maskur á vegginum millum skriðplanturnar. Sat har í langa tíð og neyt kvirruna og at hoyra grannarnar práta í húsunum kring bakgarðin. So herligt at hoyra røddir práta, og als ikki geva sær far um, hvat tær siga, tí tú skilur kortini ikki eitt orð av tí. |
No comments:
Post a Comment