Thursday, January 13, 2011

Frustratiónir!!


Oy, internetið og internethandil skal vera so fantastiskur, so smart og alt tað heila, men eg veit bara, at tað er ikki bara bara....
Nú havi eg í tríggjar dagar roynt at bílagt týdningarmikið tilfar til marionettarbeiði.
Tað tók mær langa tíð at finna tilfar: dukkueygu, dukkuhár og góð smá amboð til modellering, men eg fann tey so til endans, tey heilt røttu. Eyguni kann eg møguliga skaffa úr USA, hárið úr New Zealandi og amboðini úr Canada, men.... eitt stórt MEN! Kontokortið hjá mær vil ikki rigga, ella eru tað teirra heimasíður sum ikki rigga, ikki veit eg, men keypið gongur ikki ígjøgnum.


Eygnafabrikkin, G. Schoepfer Inc.sum hevur tað stórsta úrvali av dukkueygum og tann sámiligasta prísin, vil ikki senda til Føroyar, men tað er ordna, fastur mín Kitte í Albertslund kann gott senda tey víðari til mín. Danmark kunnu tey gott senda til, siga tey. Men eg sleppi ikki at gjalda við hesum klikkaða plastkortinum, sum annars altíð hevur riggað ópáklagiligt, tá eg havi bílagt bøkur á Amazone og alt møguligt roks fyri Gwenaël.
Julie frá Dollworld í New Zealandi, sum selur tibetansk lambsskinn, vil hjartans fegin senda til Føroyar, hóast tað er hinumegin klótuna og tað fyri bara 38 kr í forsendilsi. Hon er sera hjálpsom, men aftur er tað hatta forb... kortið sum ikki vil. Eg havi kontakta Bank Nordik (klikka navn fyri Føroya Banka....), og tey kanna málið. Men hvat nú, um tey ikki finna mistakið? Eg skal hava hatta skinni, tað er tað besta til dukkuhár, sær so gott og náttúrligt út (altso ikki tað pink og bláa á myndini), havi sæð tað "in action" á nógvum fínum dukkum.
Tey, sum selja tey at síggja til perfektu modeleringamboðini, Currys í Canada, vilja ikki senda út úr Canada, men fegin til onkran familjulim hjá mær í Canada.... hmm, kanska skuldi man roynt at funni onkrar av abbadøtrunum hjá onkel Frantz, vit eru jú trímenningar, so kanska...... Men harragud! sum tað er bronglut!
So víst er tað smart tað heila, men nemt!? So avgjørt ikki!

No comments:

Post a Comment