Og so kom seinasti dagurin. Gleddi meg sjálvandi ómetaligt at koma heim til familjuna, men har var bara so nógv eftir at síggja í Prag. Eg má fara hagar aftur!!
Ein "vodník" bjóða vælkomin á spøkilsissavnið. Ein vodnik er eitt slag av tjekkiskum nyki. Hann kann mann fáa sum "ger-tað-sjálv"-marionett frá Truhlar. |
Eini stuttlig spegilshús vitjaði eg eisini. |
Bara ein flott hurð. Eg elski allar hesar flottu hurðarnar, man sær í gomlum býum niðri í Evropa. |
Og ein flott mynd á eini hugnaligari matstovu seinsta kvøldið eftir at hava verið til klassika konsert uppi á slottinum. Og so baybay Prag - fyri hesa ferð. |
No comments:
Post a Comment