Tuesday, February 8, 2011

Verkstaði liðugt!



Mítt lítla seymiborð er ov trongt, tað er eitt fakta, tað ber nærum ikki til bæði at modellera, mála og seyma á einum so lítil borðið, so pápi mín fekk eitt frálíkt hugskot: at rigga eitt samanklappiligt borð til í tí nýístandsetta vaskirúminum.
Hesa seinastu tíðina hevur mín kæri húsbóndi fingið gjørt liðugt eitt turkitak á norðvestursíðuni á húsinum og vaskikjallarin er longur ikki so lívsneyðugur til alla tað óendalig nøgdina av vaskiklæðum, sum skulu turkast.
Tí eri eg farin undir at seta vaskikjallaran í stand. Rørleggari hevur verið og sett vatn til vaski, tað er gomlu køkselementini, sum vit skræddu úr køkinum, og hann hevur sett ein av radiatorunum, sum vóru til yvirs frá umbyggingini upp har niðri. Rúmi er nú lýtt og hevur vatn, perfekt.
Pápi mín hevur sett køkselementini upp, har manglaði okkurt, so tað var eitt størri roks, men nú fungera ordiliga væl.
Jógvan hevur sett eina ørgrynnu av hillum upp, alt endurnýtlsa, sumt var í húsinum, sumt hevði babba liggjandi. Eg havi bara keypt einar tvær eskjur av hillaberarum til endamálið og eitt sindur av máling, tí tað mestu av málingini áttu vit.
Og so havi eg annars mála og mála, og tað er vorðið rættiliga pent, ha?



Og nú er krúnan so komin á verkið: Mítt arbeiðsborð!


Eg gleði meg so at koma í gongd!

No comments:

Post a Comment