Sunday, April 10, 2011

Leikhúsið – enn navnleyst men ikki longur formleyst



30. mars fór eg við lítla Sirius til Leynar til pápa mín at verða partur av byggingarprocessini av sjálvum leikhúsinum.

Babba hevði longu skorið tað mesta av tilfarinum til, 6mm reyður meranti krossviður, hesa ferð als ikki reyðar.....
Tað fyrsta vit gjørdu var at seta kassarnar saman, teir báðar kassarnar, sum skulu vera pallgólv, og annars goyma alt tilfar sum sleppur niður í teir, dukkur, teknikkur, ljós etc. Sjálvur fronturin fer ikki at passa í, har verða nakrar leysar plátur, sum ikki fara at passa í, tíverri. Men tað er avmarka, hvussu nógv tað ber til at falda frontin og framvegis hava hann stabilan, tað er hóast alt 2 m x 1m 60 og kassarnir eru 85 x 40 x 100 cm. Babba hevði latið frontin verða eitt sindur størri, tí pláturnar vóru ta støddina, haldi tað eru 15 cm hvørju megin. Tað merkir, at til ber at seta hátalararnar uttanfyri sjálvan pallin, uttan at teir síggjast.


1. kassi settur saman.

Niðasti partur av síðunum framman.
Vit taka mát, líma listar á, og tryggja hvar gjøgnumgangandi strukturin skal sita: Fýra 2 m langir pinnar, einar 4 x 4 cm ella so.


Tað av tilfarinum, sum ikki er reytt meranti er uppskorin rekaviður, nógv av tí í hvussu so er.

Eitt sindur av moralskum stuðli má man hava, Siriusar áhugi ger tað enn stuttligari at arbeiða. Her roynir babba ein av frontunum á pallgólvið.
Pallurin settur saman 1. ferð, enn er alt bert fest við tvingum, onki hongsl ella annað smart, sum tað skal sita saman við, so tað er lætt at seta saman og taka sundur aftur og taka við sær. Kassarnir verða helst ov tungir at bera við innihaldi í, men við einum lítlum sekkjavogni skuldi borið til at komi næstan allastaðni.
Allar støddirnar eru soleiðis, at alt uttan trupulleikar sleppur inn í Passpartout, sum nú skjótt verður turnébilur,  :-)

Fyrsta eygnakast inn á pallin. Ein leikari bíðar í kulissunum.
 Fyrsti leikarin trínur inn á pallin.

So er bara eftir at gera bakteppir, sufittir, skaffa ljós og ljóðtøkni, skriva leikin, gera ljóð, alla dekoratión, restina av leikarunum, venja....... et voila Føroya fyrsta marionettteatur hevur premieru....
Oy tað er langt á mál enn.......

No comments:

Post a Comment