Saturday, April 30, 2011

Vilma Myska - triði leikarin

Vilma Myska var tann triðja at koma í leikhópin. Hon var vælnøgd við at sleppa at spæla leiklutin hjá drotningini í "Revurin við silkiturriklæðinum", helt at hann hóskaði stak væl til hennara.Tað skal eisini sigast, at tað er ofta ringt hjá eldri, hildligum damum at fáa høvuðsleiklutir. Vilma hevur røtur í Eysturevropa, helst Tjekkia, um vit skulu ganga eftir navninum. Myska merkir mús á tjekkiskum.


Her er ein myndarøð av Vilmu:

Tað var øgiliga stuttligt at gera Vilmu. Tað er stuttligari at modellera, tá formarnir eru rundari :)
Ongar myndir eru av restina at kropslutunum áðrenn teir vórðu málaðir.

Her er Vilma í allari sínari herligheit. Hon er tann, sum hevur fínastu skógvarnar. Tað er stuttligt at gera skógvar uppá so smáar fínar føtur. Blúgv er hon ikki, so eg haldi ikki, at tað bilar, um eg leggi hesar myndir út.
Meira av Vilmu. Her liggur hon á seymiborðinum og bíðjar meðan mál verða tikin til búna.
Nú er hon liðugt málað, hevur fingið hár og búna. 
Klæðini eru seymaði úr fínasta stoffi úr París! Sjanserandi velour, gillchiffon, blondur o.a.
Her saman við Massimo D'Angeli, sum hon spælir mamman at í nýggja leikinum.

No comments:

Post a Comment