Góð amboð eru av øgiliga stórum týdningi, og eg havi stutt síðani keypt mær eitt frálíkt tól: Ein Dremel stylus. Eitt frálíkt lítið tól, sum kann alt eg havi brúk fyri, bora og pussa smáting. Eg hevði ein pseudo-dremel áðrenn, men hann var við leidningi og alt ov tungur í endanum til at gera precisiónsarbeiði.
Eg havi eisini investera í nøkrum fáum øðrum lutum til verkstaðið, eini lampu, persiennum til vindeyguni, so eg kann sita og arbeiða um kvøldið, uttan at kenna meg órógvaða av tí myrka urtagarðinum uttanfyri og so ein útvarp/band/cd-spælara, serliga til at lurta eftir ljóðbókum, meðan eg arbeiði. Persiennurnar eru tó ikki uppkomnar enn, men hesi ljósu kvøldini vit nú hava, bilar tað heldur onki.
Lampan, sum hevur spariperu, sum er farin í løtuni....... |
Hesa lurti eg eftir fyri tíðina. Summar søgur verða ongantíð keðiligar, heldur ikki eg-veit-ikki-hvussu-nógvindu ferð. |
Hetta, sum er á næstu myndirni, er kanska eitt sindur løgið, men tað er eitt experiment, at vita um tað riggar at moddelera við dukkuleiri uttaná "flamingo"plátur. Eg skal gera eitt relieff at seta uttaná leikhúsið, og verður tað alt úr leiri, verður tað ikki bara dýrt, men eisini tungt, so "flamingoið" er ein góð loysn. Úrslitið av experimentinum er, at tað letur til at tað ber til.
No comments:
Post a Comment