Thursday, January 24, 2013

Skrímslini undir Bryggjubakka

Beint fyri 1. desember var leikhúsið sett upp í "Yvirhúsinum", ella tað noyðist man væl at kalla eitt hølið, sum liggur yvir Undirhúsinum, ella hvat? :)


Undir Bryggjubakka 3 er stóra gula húsið hjá Poul Hansen, sum er partur av Bryggjubakkahúsunum, okkara lokala "Bryggen". Undir Bryggjubakka var á jólum, ella rættari undan jólum, partur av Jólagøtuni hjá Býráðnum, og mín fitta vinkona Katrina í Geil, sum var ein av fyriskiparunum av Jólagøtuni, segði, at tey høvdu eitt høli tøkt har og spurdi um eg var áhugað at spæla Skrímslini har upp undir jól.
Jep, segði eg, og tá eg sá hølini, gjørdi eg hesa verkætlan:


Altso Karavella Marionett-Teatur spælir "Skrímslini" 3 dagar um vikuna í 3 vikur í einum av hølunum. Í minsta hølinum er Søguskáin, har ymisk fólk lesa góðar søgur fyri børnum sama dag sum Karavella spælir, men ein tíma frammanundan og so í "foyé'ini" vøkur lampuframsýning hjá Føroysk Trælist.

Eg helt hetta vera eina frálíka verkætlan, og tað saman hildu øll tey eg spurdi um tey høvdu hug at lesa søgur upp, men tíverri hildu tey jólainnkeypsupptiknu havnafólkini ikki tað sama. Har komu næstan ongin fólk til hvørki eitt ella annað av tiltøkunum.
Søgurnar vóru oftast lisnar upp fyri mínum børnum og meginparturin av Skrímslasýningunum vóru avlýstar, tí ongin fólk komu.
Vit høvdu tók nakrar sera hugnaligar Søguskáar :

Við beinunum upp í loft
Nógvir eru hættirnir at hoyra søgur...

Gott pláss at ligga væl, tá man er einasti áhoyrari til Emil

Jana fekk ein hjálparupplesarar til Pumm-søguna, sum hon so meistarliga læs upp.




Og so var jólafrí hjá skrímslum og fólkum..........

No comments:

Post a Comment