Wednesday, April 3, 2013

Leikarar: Arnadrotningin Summar

So koma vit til tann leikaran, sum liggur á arbeiðsborðinum beint nú: Arnadrotningina Summar. Tað er slett ikki sum at siga tað, at gera eina ørn. Tíðin vil vísa, hvussu tað eydnast. Fyrst av øllum var tað ikki lætt at skaffa brúnar fjarðar, men tær keypti fitti leikstjóri mín Hedvig fyri meg í Noregi. Gul glaseygu eru bíløgd, men ikki komin enn.....

Her er Janusar mynd av Summar
Ein mynd av arbeiðsborðinum, har Veiða vind-bókin stendur uppsligin undir liðini á mínum frálíka lítla Dremmel. Ipodurin undirheldur mær við góðum bókum, meðan eg arbeiði. Er lívið ikki herligt? Góðar søgur afturvið mínum yndisarbeiði!! :)
1. arnaklógvin, modellerað yvir eitt metaltráskelett.
Nú eru tvær kløður.
Báðar kløður lidnar.
Veingirnir: Metaltráður flættaður í form, síðani málaratape rundanum. Nú kann tað formast til endaliga vongin
Vongur dekkaður við pappírsleiri.
Kroppurin og leggirnir á ørnini Summar

Leikarar: Drekin Heyst

Karavella Marionett-Teatur hevur faktisk ein dreka, Kreslit, sum er komin úr Prag. Trupulleikin er, at Kreslit er í so stórur, passar næstan ikki inn á pallin og skal harafturat stýrast við tveimum hondum. Fyri tað triðja fáa børnini ikki sitið á bakinum á honum. So onki annað er at gera, enn at fara undir ein nýggjan dreka. Tað havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað verður spennandi!

Soleiðis teknar Janus drekan Heyst. Hann nýtti eg sum frimil.
Høvdið næstan liðugt modellerað
Eyga, sum er bílagt á Etsy, er sett í og kjálkarnir eisini lidnir.

Málaður og settur saman við reiðmanni á bakinum
Lidna høvdið nærri við
Frambein
Bakbein
Næstan settur saman. Enn manglar sjálvandi at pussa og mála beinini og gera veingir
Og so er tað tann stóri spurningurin: Hvussu geri eg hetta til eina einhondsmarionett?? Eg finni nokk onkra loysn komandi dagarnar.........

Leikarar: Stóribeiggi


Stóribeiggin skal nú upp í leikin.

Her er Gwenaël, tann upprunaligi stóribeiggin, sum i veruleikanum slett ikki læs uppá nakað kvæðaørindi, men í staðin fór út at veiða vind við lítlabeiggja.
Soleiðis teknar Janus hann.

Hansara marionett-alter ego
Liðugt modelleraður og settur saman, men enn ikki málaður
Eitt annað portret
Við nýbundnari troyggju
Cowboybuksur má hann hava
við appilsungulum stikkningum og lummum
Nú bíðjar hann bara eftir hosum og tuflum, tær koma skjótt..........

Leikarar: Álvagentan Vár



Í einum marionettleikhúsið er ikki lætt, fyri ikki at siga ómøguligt at skifta búna, so systir noyðist at hava ein dupultgangara, tá hon spælir Vár.

Soleiðis teknar Janus álvagentuna
Her er mín inspiratión til hana.
Andlitið hjá marionett-Vár. Eyguni eru tíverri ikki brún. Tá eg bílegði eygu, fekk eg onki brún glaseygu, bara akryl, og bara 2 pør. Tey mátti eg nýta til systir og stórabeiggja, tí tey máttu hava brúnn eygu. Vár hevur grá glaseygu. Glaseyguni eru tey bestu, fari hereftir bara at bíleggja glaseygu, men vónandi fara tey at fáast í brúnum.....
Her er vakra Vár við hárið
Enn eitt portret.
So er kjólin seymaður. Hann er úr tí fínasta stoffi man kann ynskja sær, undirkjóli úr hvítum hør og kjólin úr stoffi við pailettum og "gimsteimum", bæði keypt undir Montmartre í París, har allir teir bestu stofhandlarnir eru.

Leikararnir: Systir

Í søguni er tað systir sum hevur flest leiklutir. Hon spælir bæði álvagentan Vár, bjørnina Vetur kongur og ørnina Summar drotning.
Hetta er Felisia, tann upprunaliga systirin.

Soleiðis hevur Janus teknað hana
Her er 1. roynd at gera andlit hennara, misseydna!
Vit royna enn eina ferð, vónandi eydnast betur hesaferð.
Hetta var betur :)
Hetta fína gamla stykki av Marimekko-stoffið var akkurát til eina tuniku til systir

Buksirnar eru úr velour
Hon bíðjar tolin
Hyggasíggj! Tunikan liðug, við blómu framman úr violettum og gulum  ruskinni.
Lítlibeiggi og hon spæla á drekanum
Fínar gular ruskinnstyvlar við lissum og violettari blómu.

Leikararnir: Lítlibeiggi


Tað fyrsta, sum skal gerast, tá ein marionett-leikur skal setast upp, er at fáa fatur á leikarum. Í Veiða vind spæla 3 børn, ein álvagenta, ein dreki, ein ørn og ein bjørn. Í leikhópinum hjá Karavella Marionett-Teatri eru ongi børn, so tí noyðast vit at fáa fleiri leikarar upp í hópin. Vit byrja við líltabeiggjanum.


Her er Sirius, tann upprunaliga lítlibeiggin, sum fann uppá at veiða vind
Her er Janusar tekning av honum í bókini
Her er marionett-andlit hansara uttan hár
Her er allur kroppurin liðugur og málaður
Nú hevur hann fingið bæði hár og klæðir, heimabundna troyggju eisini !
Í nýggjum skóm situr hann her á drekanum
Fínir skógvar úr ruskinni, við lissum og skinnkanti