Thursday, September 13, 2012

Við heimsins enda – ella ein av teimum í hvussu so er…


3. dagurin á Suðuroyarturnéeini hjá Karavella Marionett-Teatri er av, ein dagur rokaður av nýggjum upplivingum og myndum á nethinnuni.

Tíðiliga í morgun komu skrímslini og eg til Vágs og eftir at hava koyrt eitt sindur aftur og fram og spurgt onkran mann á kajini um veg, funnu vit grøna Pakkhúsið, ella “Stóra pakkhús” sum tað stendur á skeltinum. Bygningurin frammanfyri Pakkhúsið sær eisini út sum eitt gamalt grønt pakkhús og er nógv størri, men líka veit eg…..
Har vóru heilt fitt av trappum upp til høli, men tíbetur fingu vit hjálp. Jakob Skaaning kom og bar kassarnar niðan, og so var klárt at seta upp.
Kl. 10 í 10 byrjaðu fyrstu børnini at tysja inn, og tey komu so pø a pø inntil fult var. Men tá var klokkan helst farin væl av 10, tí tá leikurin var av og øll farin aftur, var bara eitt korter til næstu sýning kl. 11.15. Har var ikki tíð til annað enn at kóka ein kopp av te, drekka hann, koyra rekvistittir og skuggar uppá pláss og so spæla aftur.
Tey fyrstu sum hugdu vóru úr barnagarðinum Eikilund og aftaná vóru tað skúlabørn úr 1. 2. og 3. flokki í Vágs skúla.



Klokkan var farin av 1 áðrenn alt var í bilinum aftur og eg hevði frí. Leikhúsbilunin og eg settu nøsina móti Fámará….. 
Men tað vísti seg ikki bara at vera sum at siga tað, hvønn veg nøsin skuldi venda. Fyrsta fólki eg spurdi um veg, smíltist bara stórt og segði “Handan veg” (mótsetta vegin eg koyrdi). Tey næstu, tríggir smádreingir, søgdu “Hendan veg, haldi eg…” og beindu meg at koyra víðari fram. Eg sniglaði meg longur og longur niðanbrekku í Vági, men enn var onki tekin um, at hetta var vegurin til Fámará. Triðja fólki eg í desperation spurdi um veg, var kortini væl betur skorin fyri tungubandið. Vinarliga konan bjóðaði seg til at koyra við mær eitt petti, tí tað var satt at siga ikki so einfalt at greiða frá vegnum til Fámará. Vit koyrdu oman aftur og so niðan aftur og so víðari og víðari niðaneftir. Ovast í bygdini segði eg mínari vinarligu guide fravæl og helt á niðan og niðan og niðan…….
Vegurin smalkaði í heilum, gjørdist óslættari og óslættari, men eg hevði sæð eitt skelti, sum vísti, at eg var á rættari kós. Tá eg at enda kom heilt niðan á, mundi dirvið fari frá mær. Hetta var minni og minni ein vegur meira eitt sindur av asfalti og grasi og leikhúsið ringlaði sum tenninar í einum skølti aftanfyri í bilinum. Eg rokni ikki við at skrímslini verða blíð við meg í morgin, so sum eg havi latið tey skrumbla upp og niður í dag….
Eg hugsaði sum so, at nú eg var komin so langt, nú mátti eg eisini siga B. Leikhúsbilurin sniglaði seg skinklandi víðari fram omaneftir móti heimsins enda. Eg sá onki tekin um, at har skuldi verið nakar bóndagarður har niðri… og nú var var heldur onki asfalt eftir millum holini, bara skervur, grús og gras. Ongin garður sást, men venda mitt í øllum skurslinum var ikki hugsingur um. Eg mátti halda leiðina fram og royna ikki at hugsa um tað fór at bera til at koma niðan aftur.

Og so var tað har, tað víðagitna  kongaríkið hjá Johan og Rakul: Fámará! Beint áðrenn tú fert útav eggini og 150 metrar tjums niður í Atlantshavið. Um hetta ikki er heimsins endi, so er tað í hvussu so er ein av teimum.

Í fleiri tímar sat eg í hugnaliga køkinum og prátaði. Rakul var tíverri ikki heima, men Johan var og Edward Nyholm Debess hevði eisini gjørt ferðina til heimsins enda hendan dagin. Millum hundar, kettur, høsnarungar, marsvín, skjalbøkur og ein kalkununga loystu vit heimsstøðuna og eitt sindur afturat, og tá eg trygt var komin niðan aftur á skarið (ella hvat tað nú er), mátti eg bara vera full av undran og virðing:
Rakul og Johan, hetta tit hava gjørt, er onki minni enn eitt bragd! Tit hava tikið tykkum av hesum av gudunum forlatna staðið, hesum, sum ongin vildi hava ella legði nakað í, og gjørt tað til nakað viriðsmikið. Til eitt stað fult av lívið og dreymum, har ein og hvør verður móttikin við opnum ørmum og lívsgleði. At nakar bara so mikið sum hugsar um at spilla hetta, vísir nakað syndarligt og skeivt í okkum føroyingum, havisjúka og øvundsjúka tá hon er verst. Eg sigi ikki “í okkum menniskjum”, tí eg vóni í mínum bjartskygni ikki, at hetta er galdandi í allari verðini. 
Fyri guðs skyld latið Rakul og Johan sleppa at geva okkum øllum hendan dreymin!! 

Tuesday, September 11, 2012

Álvar í viðarlundini á Tvøroyri?


2. turnédagurin í Suðri er av. Í dag spældu skrímslini fyri útibarnagarðinum og barnagarðinum og dagrøktini í Tvøroyrar kommunu, og so vítt eg havi skilt, eisini fyri dagrøktini úr restina av oynni.
Tvær sýningar vóru í útibarnagarðinum. Tey stóru børnini í útibarnagarðinum vóru sera áhugað, og nøkur teirra vildu fegi hjálpa við øllum. Tey heilsaðu eisini uppá Stóra Skrímsl og lítla skrímsl meðan pakkað var saman. Lítla skrímsl tordi ikki so væl, tí børnini vóru jú so stór!

Tá leikhúsið var samanpakkað, fór marionettførarin ein túr í skógin… Ella ja, tað var í viðarlundina á Tvøroyri, men tað er tað mest skógarliga eg higartil havi sæð í Føroyum.
Ódnirnar í vetur eru ikki farnar so øgiliga illa við hesi viðarlundini. Hon er vøkur og tættvaksin og vakrar áir renna gjøgnum hana. Og hóast veðrið í dag er í so svikaligt, skein sólin hesa løtuna í viðarlundini.



Gaffa is a girls best friend


1. turnédagurin í Suðri er av. Í dag spældu skrímslini fyri børnunum í Pakkhús 4 og fyri teimum úr frítíðarskúlanum. Sýningin var á hugnaliga Seglloftinum.
Aftaná bjóðaði Anna í Pakkhúsinum køku og saft.

Leikhúsið klárt at seta upp á Seglloftinum
Eg gav mær í dag góðar stundir at pakka niður. Nógvir lutir eru í leikhúsinum og tað er lætt at koma til at gloyma onkran eftir, so tí havi eg sett mær fyri at merkja teir allar við Karavella Marionett-Teatur, ella um tað ikki er pláss, so bara KMT og so telefonnummar. Ein hvíta tusj til har tað er málað svart, annars bara vanliga svarta tusj.
Tá tú hevur eitt ferðandi leikhús, eru nøkur amboð, ella skuldi kanska heldur kallað tað nøkur sløg av tilfarið, sum tú ikki kanst hálovað nóg mikið. Hesi eru karalás, gaffatape, magnetir og elastikk. Hesi gera tað so nógv lættari at hava eitt leikhús sum skal takast sundur og setast saman í heilum. Tey kunnu nýtast á so ómeliga nógvar mátar. 


Tey nýggju síðutjøldini. Hesi eru lænt frá Tjóðpallinum, tí tey eg havi bílagt, eru ikki komin enn...

Tey nýggju síðutjøldini geva mær eitt frálíkt "backstage" øki, sum eg havi saknað. Her kann alt óruddi standa í frið.

Karalás eru fantastisk til at festa leysar leidningar undir sýning.

Ella til at festa teir, meðan leikhúsið verður flutt-

Lás av ymsum slag eru øgiliga hent at hava.

Tey løgnastu tingini kunnu vera til gagns í einum ferðandi leikhúsið. Her verður holband nýtt til at "parkera" marionettir á.

Gaffatape kann nýtast til meira permanentar leidningsfestingar.

Magnetir á hendurnar og so kunnu skrímslini taka ymiskt upp heilt sjálvi ;-)

Monday, September 10, 2012

Turnéleikhúsið

Karavella er eitt ferðandi leikhús, og tí navnið Karavella, av karavell, eitt seglskip við tveimum ella trimum mastrum, sum er lætt at sigla.
Karavella hevur higartil ikki heilt livað upp til navnið, tí leikhússtjórin, sum eisini er einasta fasta starvsfólki, hevur ikki kunnað flutt leikhúsið púra einsamøll, so sum ætlanin var, men altíð hevur noyðst at tryggja sær, at hon hevði eitt eyka fólk til at lyfta teir báðar kassarnar, har alt tað smáa er í, leikarar, rekvisittir, skrúvur, lampur og you name it..... Kassarnir vóru stutt sagt ov tungir og serliga ov stórir til ein persón at bera.

Men í summar er vend komin í. Í august fór leikhúsið ein túr norður til Leyna í verkstaðið hjá Ole Jakob Nielsen, pápi leikhússtjóran, og har varð tað umbygt. Nú flytist alt lættliga av einum fólki. Teir tveir kassarnir eru vorðnir til fýra, og flytast uttan trupulleikar við einum lítlum sekkjavogni.
Her eru myndir frá umbyggingini:

Ole Jakob Nielsen in aktion. Uttan hansara smartu uppfinningar hevði alt hetta ikki borið til.
Herí eru síðustykkini, "dansimáttan", og partar av beinumum til tey nýggju síðuteppini.
Her er tøknin í, "dimmararnir", leidningar, bakljós, og annað áhugavert.
Er eru leikarar, skuggar og frontrelieffið. Í fjórða kassanum  eru rekvistittir, amboð og teppir.
Her eru teir tveir sum gjørdust til fýra.

Tuesday, September 4, 2012

Skrímslini leggja ferðaætlanir


Karavella Marionett-Teatur leggur nú ferðaætlanir. Í síðstu viku fóru brøv út til allar skúlar og dagstovnar í landinum við faldara og plakat um leikin, og nú eru bíleggingarnar so smátt farnar at koma inn.
1. sýningin í leikferðini verður nú hósdagin í Dagstovninum í Løkjatúni, og væntandi fara skrímslini suðureftir í komandi viku, - til Suðuroyar :)


Plakatirnar klárar at koyra í brævbjálvar
Faldararnir