Thursday, December 8, 2011

Nú er bókin komin!!


Fert tú í bókhandlarnar nú um jólini, kanst tú á hyllunum finna eina snotiliga lítla svarta bók við navninum
Revurin við silkiturriklæðinum!

Ja, hon er komin, bókin við allari søguni um Elisu og revinum. Nú kunnu tit uppliva leikin umaftur við myndum úr leikinum. Og tit, sum enn ikki hava sæð leikin, kunnu lesa og gleða tykkum til at síggja tær livandi einaferð eftir jól, tá aftur nakrar almennar sýningar fara at vera og vónandi nógvar skúla- og barnagarðssýningar.

Rakel Helmsdal hevur skrivað bókina, sett upp og lagt til rættis. Jógvan Olsen hevur tikið myndirnar. Forlagið Kalessin gevur bókina út. (Forlag sum undirritaða eigur ;-)) Bókin kostar 198 kr í bókhandlinum, men setur tú teg beinleiðis í samband við útgevaran, ber til at fáa heilt fitt av avsláttri.

Monday, November 21, 2011

Fá eitt leikhús á vitjan

Nú Listaleypaturnéein er av, kann Karavella byrja at ferðast til bílagdar sýningar. Hetta brævið er sent til allar skúlar og dagstovnar í landinum.




 So bíða vit bara eftir bíleggingum. 5 sýningar eru bílagdar higartil, so tað er bara at skunda sær :)

Friday, November 11, 2011

Revurin við silkiturriklæðinum - Bókin!!

Vil annars boða frá teimum áhugaverdu tíðindunum, at nú er bókin um Revin við silkiturriklæðinum farin í prent. Hon verður væntandi klár um 25. november.


Her fáa tit ein brellbita :)
Perman!!

Karavellin á ferð við Listaleypinum - 3. vika

Triðju vikuna skuldu vit bara vera í Eysturoynni.
Týsmorgunin fór eg avstað áðrenn kl. 7, so eg rakk til Tofta skúla eitt sindur yvir 8. Tað er nógv longur at koyra enn man heldur!
Eisini á Toftum, skuli eg nógvar hæddir upp, men tey høvdu tíbetur lift og ein sera hjálpsaman húsavørð.

Tey vóru bæði blíð og týð á Toftum, so eg kom nakað seint avstað til Skála, har eg skuldi seta upp aftur. Eg rakk bara akkurát at koma til Havnar aftur eftir børnunum klokkan hálvgun 5.

Mikudagin spældi eg so í Skála skúla. Skúlastovan eg spældi í, var ein tann best egnaða á allari turnéeini, tí har var besta myrkaleggingin, og eisini høvdu tey nakrar smartar leysar veggir, sum eg kundi seta upp, so mær ikki nýttist at brúka míni vanligu flytiteppi á stólum :)

Skúlastovan eg spældi í, var ein tann best egnaða á allari turnéeini, tí har var besta myrkaleggingin, og eisini høvdu tey nakrar smartar leysar veggir, sum eg kundi seta upp, so mær ikki nýttist at brúka míni vanligu flytiteppi á stólum :)
Her fekk eg endaliga eina mynd av nøkrum áskoðarum. Vanliga hendir so nógv kring sýningina, at eg ikki havi stundir at taka myndir, tíverri.



Í hesi góðu myrkaleggingini fekk eg endaliga tikið nskrar góðar myndir backstage udan framførsluni. Massimo og Elvira stóðu út á pallinum og tingaðust umm eitthvørt og Vilma bað tey koma av pallinum at gera seg til reiðar at spæla.

Og so at pakka niður aftur og seta upp í Frískúlanum í Kelduni, har seinasta sýningin skuldi vera í gjár, hósdagin 10. november.
Í Keldufrískúlanum.

So verða skápini pakkaði fyri seinastu ferð í hesi turnéeini.
Nú er so liðugt við Listaleypinum.
Eg kann konstatera, at eg nú dugi sera nógv betur at seta upp og taka niður leikhúsið. Í fystani tók tað mær 2 tímar at seta alt upp og meira enn ein tíma at taka niður aftur. Nú er tað minni enn ein tími at seta upp og eini trý korter at taka niður aftur, og tá er inn og útberingin tald við. Skal kortini sigast, at allastaðni hevur onkur tikið eina hond í við at tøma og fylla bilin.
Eg kann eisini konstatera, at eg veri vorðin 2 kilo lættari, - kanska eg skuldi roynt at havt turné í nakrar vikur afturat, so hevði eg....... :-D

Karavellin á ferð við Listaleypinum - 2. vika

Næstu vikuna løgdu vit hart út við at fara so langt sum til Vágs.
Mánakvøldið fóru vit umborð á Smyril og svóu væl til morgunin eftir, tá vit friðarliga kundu rulla í land á Drelnesi. Í dimmalættingini koyrdu vit spakuliga til Vágs, har vit settu upp og spældu klokkan hálvgun 11.






Matpakkan át eg á Vágseiði meðan eg hugdi at brimi.
Smyril silgdi ikki fyrr enn 15.30, so eg fekk eina hugnaliga løtu saman við Annu Mortensen í Pakkhús 4 seinnapartin.


Mikudagin hevði eg frí, so tá fekk eg arbeitt við bókini. - Meira um tað seinni.... ;-)


Hósdagin fór eg til Sørvágs, har eg skuldi spæla í tí vakra nýggja musikkskúlanum.


Ótrúliga vakur og hugnaligur musikkskúli!!
Tvær raskar gentur hjálptu við at myrkaleggja salin.
Eftir sýningina pakkaði eg saman og so beint til Vestmanna at seta upp aftur. Tá eg koyrdi heim tann seinnapartin, var eg sanniliga moyr.....
Fríggjadagin spældi eg so í skúlanum, har eg gekk í 8. og 9. flokki. Tað var ein løgin kensla, tí eg havi næstan ikki verið í Vestmanna aftur síðani 1982, tá eg fór í Hoydalar.


Í auluni í Vestmanna skúla.

Karavellin á ferð við Listaleypinum - 1. vika

Tann 24. oktober varð karavellin sjósett av álvara: Tann 1. turnéein byrjaði.
Leikhúsið hevur fingið stuðul frá Listaleypinum, og fyri hendan stuðulin skulu vit framføra leikin 10 ferð í 9 skúlum.

Mánadagin 24. okt fór eg so til Hósvíkar at seta upp.




Nú stendur leikhúsið uppi og alt er klárt til at spæla dagin eftir.


Týsdagin 24. var so 1. sýning og tá hon var av, pakkaði eg niður og fór til Hvalvíkar at seta upp.


Tað var sanniliga ikki bara lætt í Hvalvík. Har var stormur og pláturnar til leikhúsið gjørdust til segl. Karavellin fór fyri fullum seglum singlandi inn í skúlan :) Síðani skuldi alt berast fleiri hæddir upp og seta upp í ein hugnaligum lofti. Tíbetur fekk er sera góða hjálp frá húsavørðinum.

Mikudagin spældu vit í Hvalvík og fóru so víðari til Leirvíkar at seta upp. Vit spældu í Leirvík hósdagin. Ein sera væl skipaður skúli, har tey eru so skilagóð at hava 0. flokk. Vit høvdu tvær sýningar í Leirvík, øll frá 0. til  3. flokk sóu leikin.
Høli var ítrottarhøllin, men húsavørðurin hevði syrgt fyri góðari myrkalegging (svartir plastposar), so tað riggaði væl.
Krit og post-it's eru góð, tá okkurt týdningarmikið verður gloymt umaftur og umaftur :)
Tað vísti seg at vera eitt gott hugskot at biðja børnini um at stilla seg á rað eftir hædd, áðrenn tey settu seg. So sóðu øll væl.



Leikarar práta eftir sýning, meðan tey bíða eftir, at kassin hjá teimum verður klárur.


Friday, October 14, 2011

Syndarlig tíðindi: Sýningarnar avlýstar

Tíverri hevur leikhússtjóri verið noyddur at taka ta tungu avgerðina at avlýsa sýningarnar av "Revinum" heilt fyri hesa ferð. Enn finst ongin heilvágur fyri beinkrím, tíverri...

Tó vilja vit kunngerða beinan vegin, at hetta ikki var síðsti kjansur at síggja leikin. Tá høvi og stað býst, verða aðrar sýningar og vit lýsa við tí allarstaðni, og sjálvandi serliga her á Karavella-Blogginum. Komi aftur og vitji og fái nýggjastu tíðindini her og á Facebook..

Í komandi viku fara vit á turné í skúlunum í tríggjar vikur. Vit royna at leggja tíðindir inn um hesar sýningar eisini :)

Wednesday, October 12, 2011

Allur leikhópurin sjúkur!

Ikki so skjótt hava tey tosað um vetrarkrím í Kringvarpinum, so liggur allur leikhópurin í Karavella Marionett-Teatri sum slaktaður.
Vit fingu júst tíð at seta alt upp uppi í Hoydølum og so var galið. Vit hava fepur, ringa høvðupínu og røddin er ikki meira enn ein teskan. Har er onki at gera:
Sýningarnar mikudag og hósdag eru útsettar vegna sjúku. Vit vóna at koma uppá beinini aftur næstu dagarnar, so vit orka at spæla leygardagin.

Kærar heilsur vegna leikhópin
Liska (Revurin, sum í dag veruliga hevur brúk fyri silkiturriklæðinum)

Saturday, October 8, 2011

Sýningar í Hoydølum í heystfrítíðini



Mikudagin 12. og hósdagin 13. oktober verða fýra sýningar av Revinum við silkiturriklæðinum.
Karavella Marionett-Teatur hevur hesa ferð fingið innivist í Hoydølum, í nýggju Lonini, sum er bygd longur út móti Boðanesi. 
Sýningarnar verða kl. 15 og 18 báðar dagar og til ber at keypa atgongumerki ein tíma undan sýning.


Sum áður nevnt er leikurin einar 45-50 minuttir til longdar og er egnaður børnum og øllum sum dáma væl ævintýr.


Revurin við silkiturriklæðinum er um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur einsamøll eftir í verðini uttan nakran góðan. Tá kemur revurin til hjálpar, og hann nýtir allar snildir at finna henni eitt nýtt heim og familju.


Reintekna búmerki


Friday, September 23, 2011

Uppskot til logo

Ja, tað má man jú hava: eitt logo!


Havi hugartil bara nýtt eina mynd av relieffinum, sum er á leikhúsinum, men nú er tíð at fáa nakað, sum kann brúkast sum eitt logo, setast á visitkort, brævpappír, turnébilin og alt hitt týdningarmikla (ha ha ha). Hvussu er og ikki, so havi eg gjørt eitt uppskot nú, í svørt/hvítum og eitt í litum.
Tit eru vælkomin at siga tykkara hugsan......






Thursday, September 22, 2011

Ferðandi leikhús

Nú er ein góð løta farin, síðani Karavella Marionett-Teatur kom við nøkrum uppdateringum.

Sýningarar á Ólavsøku gingu frálíka væl. Fitt av fólki var til sýningarnar, og nógv gramdu seg um, at tey ikki fingu komið um Ólavsøkuna, tí tey vóru burturstødd. Eg lovaði, at eg skuldi hava aðrar almenner sýningar í Havn seinni, men enn havi eg so ikki gjørt álvara av. Kanni nú møguleikarnar fyri at finna eini hølir til endamálið.

Tá eg var liðug at spæla 31. juli var luftin so sanniliga farin úr ballónini. Tað er hart at venja intensivt í ein mánað, men enn harðari at spæla tvær sýningar (við 13 leiklutum) um dagin í fýra dagar á rað einsamøll. Haldi eg svav út í eitt samdøgri eftir, ella næstan.
August mánaði var Karavellu-fríur, um eg so má siga. Tók mær av familju, helst summarfrí og málaði baðirúm. Um mánaðarskiftið var en niðri í Århus á  Børnenes Bogdag á "Vild med ord"-bókastevnuni, so har fór aftur ein vika.


Síðst í august fekk eg ein fyrispurning frá Sunda Bókasavnið um at koma og spæla hjá teimu 19. september, tá mentanarvika var í Sunda Kommunu.

Eg hevði ikki spælt leingi, og ymiskt var ongantíð vorðið liðugt við teatrinum, so vit fluttu aftur norður til Leynar nakrar dagar.

Um tit hava hugt at Revinum við silkiturriklæðinum, so vita tit kanska ikki, at pallgólvið í veruleikanum er tveir stórir kassar, sum kunnu latast upp og allir leysir lutir til leikhúsið fyllast í.
Tá vit spældu á Landsbókasavninum vóru kassarnir enn ikki innrættaðir, so tað skuldi gerast nú.
Eini kassi skuldi hýsa leikarunum og síðutjøldunum.













Hin allari tøknini og øðrum leysum.















Her eru leikararnir fluttir inn. Tey eru rímuliga væl nøgd, 
men onkur hesur fílst at, at tey ikki fáa persónlig 
sminkurúm. Vilma sigur, at tað hevur hon altíð havt í 
øðrum leikhúsum, har hon hevur spælt.




















Fyrrapartin tann 19. september fylti eg so bilin og koyrdi norðureftir. 

Sunda Bókasavn liggur í skúlanum á Oyrabakka, og har hava tey eina flotta felagshøll mitt í skúlanum, sum kann myrkaleggjast.
Eg setti upp, og varð næstan liðug, tá eg uppdagaði, at ein av nýggju hyllunum í tøkni-kassanum var beint fyri holið til tað fremsta síðuteppi kongamegin. Tíbetur var marionettleikhústænastan ikki longri burtur enn í Leynum, og leikhússmiðjurin Ole Jakob Nielsen var skjótur á staðnum og ordnaði paragraffirnar.

Tá alt var klárt, var júst tíð til eina gjøgnumgongd at koyra tøknina og minna meg á leikgongdina, so varð klokkan 16 og høllin varð fylt við børnum.
Sýningin gekk so hampuligt, kundi verið betur, men eg hevði ikki spælt í meir enn ein mánað, nervarnir vóru í so spentir. Ongi størri brølari hendi, og onkur av "kiksunum", sum eg gjørdi næstan hvørja sýning á Ólavsøku, gjørdi eg ikki nú :)

Tað tók um ein tíma at taka alt niður aftur og pakka bilin. At seta upp hevði tikið næstan tveir.......

Wednesday, July 27, 2011

Aðalroynd

So nú hevur aðalroyndin verið og hon gekk so mikið passaliga illa, at tað vónandi gongur betur í morgin til premieruna :)

Kl. 13 flutti alt oman á Landsbókasavnið, sum hevur víst Karavella Marionett-Teatri ótrúliga stóra vælvild.
Tað var rættiliga nógv roks við uppsetingini, men tað er 1. ferð við allari tøknini, og forteppi skuldi eisini upp fyri 1. ferð. Tað vísti seg als ikki at rigga, so til vit finna ein fyribilsloysn til Ólavsøkuna, og loysa trupulleikan endaliga til turné.
Kl. 16 skuldu vit hava gjøgnumspæling, men klokkan nærkaðist 5 áðrenn vit komu í gongd, so tað varð bara snargjøgnumgond. Har manglaði ein dmx-kábul, og ymiskt annað, so tað var við hálvari ljósseting og gekk ræðuliga illa.
Kl. 18 komu áskoðarar og nakað seinni var aðalroynd. Tað kundi havt gingið betur, men sanniliga eisini verri :) Ljóð- og ljós-cue'ini koksaðu í Trøllmansborgini, ein plantari datt á gólv og Prosper misti brúkin av ørmunum allan leikin. Restin vóru smáputl, sum áskoðararnir ikki varnaðust (men leikstjórin varnaðist helst kortini...)

Í morgin kl. 15 stendur slagið av álvara.

Gleði meg at síggja tykkum øll til sýningarnar :) Ella leikararnir gleða seg at síggja tykkum, tað er vist!

Friday, July 22, 2011

Ljós!! o.a............

Nú kemur tað ordiliga stuttliga! Vit eru farin undir at seta ljósini til leikin.
Árni hevur nú gjørt næstan alt ljósið klárt, og har mangla bara nakrir smáir spottar, sum koma til landið í morgin. So í dag byrjaði Kjartan og eg at seta ljósið. 
Kjartan hevur gjørt ymiskt smart við telduni, sum eg ikki havi skil á, sovorið við "patch", "fix" og onnur løgin orð, men eg eri so smátt við at fáa skil á tí, sum mær nýtist at vita: Hvussu man brúkar hetta fantastiska programmið í praksis, tá alt er gjørt klárt (av onkrum sum dugir betur enn eg). 
Tað er sum ein ordiligur ljóspultur, men bara inni á telduni, og alt skal bara hava vanligan streym, tí tað eru alt dioduljós, 12 V.
Vit náddu ikki so langt í dag, men tað grundleggjandi er gjørt: Eg eri byrja at skilja systemið :)

Venjingin saman við Hedvig seinnapartin gekk eisini væl. Hon hevði skrivað eina rúgvu av +'um í sín blokk. tað kendist gott at spæla í dag.

Ein annað er eisini strika av to-do-listanum í dag: Prentið av bak-og síðuteppunum. Tey eru liðug, og skulu nú bara monterast. Mikkjal Galan hjálpi við einum supergóðum uppfinnilsi til hvussu bakteppini skulu skiftast. (Mynd fylgir seinni.)

Eitt kvøld í verkstaðnum
Í kvøld havi eg so gjørt tær síðstu dukkurnar klárar og rætta eitt sindur uppá Massimo, sum hevur havt ein alt ov langan stýripinn og ov stutt bond í beinunum.
Kreslit mátti heim av Tjóðpallinum til umvælingar. Eitt band í vonginum fór undir venjing.
Julia, deydningurin og Massimo hava fingið pinnar og bond.
Hetta verður ein villgásin, sum verður dripin 3. ferðir í hvørjum leiki.......
Julia Frost, nú við sminku og dansarinnuklæðum
Hondin hjá Juliu
Føturnir hjá Juliu í dansarinnuskóm
Her hvíla pinnarnir, meðan lími tornar