Saturday, April 30, 2011

Ymiskt úr verkastaðnum

Góð amboð eru av øgiliga stórum týdningi, og eg havi stutt síðani keypt mær eitt frálíkt tól: Ein Dremel stylus. Eitt frálíkt lítið tól, sum kann alt eg havi brúk fyri, bora og pussa smáting. Eg hevði ein pseudo-dremel áðrenn, men hann var við leidningi og alt ov tungur í endanum til at gera precisiónsarbeiði.

Eg havi eisini investera í nøkrum fáum øðrum lutum til verkstaðið, eini lampu, persiennum til vindeyguni, so eg kann sita og arbeiða um kvøldið, uttan at kenna meg órógvaða av tí myrka urtagarðinum uttanfyri og so ein útvarp/band/cd-spælara, serliga til at lurta eftir ljóðbókum, meðan eg arbeiði. Persiennurnar eru tó ikki uppkomnar enn, men hesi ljósu kvøldini vit nú hava, bilar tað heldur onki.
Lampan, sum hevur spariperu, sum er farin í løtuni.......
Hesa lurti eg eftir fyri tíðina. Summar søgur verða ongantíð keðiligar, heldur ikki eg-veit-ikki-hvussu-nógvindu ferð.

Hetta, sum er á næstu myndirni, er kanska eitt sindur løgið, men tað er eitt experiment, at vita um tað riggar at moddelera við dukkuleiri uttaná "flamingo"plátur. Eg skal gera eitt relieff at seta uttaná leikhúsið, og verður tað alt úr leiri, verður tað ikki bara dýrt, men eisini tungt, so "flamingoið" er ein góð loysn. Úrslitið av experimentinum er, at tað letur til at tað ber til.

Ulf Boman - sætti leikarin

Nýggjasti leikarin er Ulf Boman, ein tilkomin maður, væl bygdur og sterkur. Ein lítlan ølbúk hevur hann, men hvat, tað hava flestu rættu menn.......
Ulf leikar vaktarmaður í "Revurin við silkiturriklæðinum". Ein heilt lítil leiklutur, men sigur hann tryggur: "Har eru ongir smáir leiklutir, bara smáir leikarar!" Ulf er helst úr Svøríki ella Noregi, men hann hevur ferðast so mikið alt lívið, at vit skulu helst ikki leggja so nógv í hvagani hann er, men heldur hvør hann er.


Her eru myndir av Ulf Boman. Hann er modelleraður, pussaður og málaður, men enn ikki settur saman. OG eg havi varnast, at honum væntar tveir týdningarmiklir likaslutir: Føturnir!! Tær eru so næst á skránni.
Ulf, moddeleraður, ikki pussaður
Ulf málaður, men enn uttan hár.
Eri rættiliga nøgd við andlitið, nú eri eg klár at finna leikara til høvuðsleiklutin í leikinum.
Øll pettir av Ulf, uttan føturnar altso........

Hermia Flynn - fimti leikarin

Hermia er tann fimti leikarin. Hon er úr hvítum leiri eins og Massimo. Hon er stutt síðani mála, og enn ikki sett heilt saman. Hon hevur heldur ikki fingið hár, men tað verður sami reyði litur sum hjá Dehliu. Tær eru eisini systkinabørn, av írskum uppruna.
Hon spælir elsta seymikonudóttirin í leikinum "Revurin við silkiturriklæðinum".


Her eru nakrar myndir:
Andlitið á Hermiu, ópussað og ómálað
Hermia, allir kropslutir
Hermia, torso
So er andlitið málað.
Og allur kroppurin.
Hermia saman við systkinabarninum Dahliu. Tær spæla systrar í komandi leiki.

Massimo D'Angeli - fjórði leikarin

Aftaná Vilmu Myska varð Massimo D'Angeli gjørdur. Hann er ein, ið helst skal kunna leika hetjuleiklutir og líknandi. ì "Revinum við silkiturriklæðinum" fer hann at leika prinsurin. Tað er ein lítil leiklutur, men Massimo var kortini glaður um tilboðið. Hann er helst ættaður úr Italia, men hann er heldur loyndarfullur um uppruna sín, so vit vita tað ikki við vissu.
Her eru nakrar myndir av Massimo. Hann hevur enn ongan búna, men hann verður tann næsti sum seymast skal uppá. Massimo er gjørdur úr hvítum dukkuleiri, tí tann húðarlitti var útseldur í 2x3 rættiliga leingi.


Massimo
Kropslutir av Massimo
Massimo er klárur at mála og seta saman
Massimo verður málaður
og settur saman.

Vilma Myska - triði leikarin

Vilma Myska var tann triðja at koma í leikhópin. Hon var vælnøgd við at sleppa at spæla leiklutin hjá drotningini í "Revurin við silkiturriklæðinum", helt at hann hóskaði stak væl til hennara.Tað skal eisini sigast, at tað er ofta ringt hjá eldri, hildligum damum at fáa høvuðsleiklutir. Vilma hevur røtur í Eysturevropa, helst Tjekkia, um vit skulu ganga eftir navninum. Myska merkir mús á tjekkiskum.


Her er ein myndarøð av Vilmu:

Tað var øgiliga stuttligt at gera Vilmu. Tað er stuttligari at modellera, tá formarnir eru rundari :)
Ongar myndir eru av restina at kropslutunum áðrenn teir vórðu málaðir.

Her er Vilma í allari sínari herligheit. Hon er tann, sum hevur fínastu skógvarnar. Tað er stuttligt at gera skógvar uppá so smáar fínar føtur. Blúgv er hon ikki, so eg haldi ikki, at tað bilar, um eg leggi hesar myndir út.
Meira av Vilmu. Her liggur hon á seymiborðinum og bíðjar meðan mál verða tikin til búna.
Nú er hon liðugt málað, hevur fingið hár og búna. 
Klæðini eru seymaði úr fínasta stoffi úr París! Sjanserandi velour, gillchiffon, blondur o.a.
Her saman við Massimo D'Angeli, sum hon spælir mamman at í nýggja leikinum.

Dahlia Flynn - næsti leikarin

Næsti leikarin í truppinum er Dahlia Flynn. Hon er ung og rættiliga avgjørd dama. Í Revinum við silkiturriklæðinum hevur hon leiklutin sum miðlingasysturin.


Her eru myndir av henni frá byrjan til nú, hon bara manglar bondini:


Dahlia, andlitið eftir at tað er málað, ongar myndir eru av henni áðrenn hesa.
Beini á Dahliu í fínum skinnstyvla.
Dahlia uttan bein og hár. Hon verður helst í øðini, um hon sær hetta. Hon er so forfeingilig, eins og so nógvir aðrir sjónleikarar.
Her er hon við sínum vakra reyða hárið og í búnanum, sum hon spælir seymikonudóttir í. Stoffið er úr rest-kurvini. Hon sleppur ikki í prinsessukjóla í hesum leikinum, tað hevði ikki verið hóskandi fyri eina eitt sindur fátaka gentu.
Dahlia var ikki nøgd við kjólan at byrja við, men tá eg segði, at eg so bara mátti finna ein aðra til hennara leiklut, gavst hon at grenja..
Tað skal sigast, at hon var rættiliga nøgd við stimablusuna :)
Her eru hon saman við Oktavian Raz.

Oktavian Raz - fyrsti leikarin

So er tíð at byrja at presentera leikararnar.
Tann fyrsti leikarin í truppinum er gamli Oktavian Raz. Ongin veit rættliga hvaðani hann er ættaður, men hann er gamal í garðin á einum leikpalli, tað er vist.Tað er hann sum fer at spæla leiklutin sum "Tann óndi Trøllmaðurin" í leikinum "Revurin við silkiturriklæðinum", 1. leikverkið í nýggja leikhúsinum.


Nakrar myndir hava verið av honum fyrr, men her leggi eg nakar myndir frá byrjan til nú hann er næstan liðugur. Enn vænta bond at verða sett í, men so er hann klárur at fara á pall at venja..

Andlitið á Oktavian
Hond hjá Oktavian
Oktavian fær sín fyrsta búna. Stoffið er úr París!
Høgra hond

Vinstra hond
  
Oktavian hevur fingið parykk úr New Zealandi. Tað er tibetansk lambsull. Enn er hárið kortini nakað langt. Marionettfrisørurin kemur ein annan dag....

Oktavian er fyrsti leikari sum sleppur at standa og bíðja í kulissunum.

Og fyrsti leikari, sum sleppur á pallin!

Wednesday, April 20, 2011

Leikhúsið - fyrsta lag av máling

Tann 20. apríl var eg í Leynum og málaði leikhúsið fyrstu ferð. Alt verður svart fyri fyrst, so koma litirnir seinni. Innan skal alt sjálvandi verða verandi svart, men fronturin skal hava lív og litir. Eitt relieff skal hangast upp á yvir pallinum, tá eg fái gjørt tað.

Her eru nakrar málingamyndir av Sjóarlofti í Leynum:



Sunday, April 10, 2011

Leikhúsið – enn navnleyst men ikki longur formleyst



30. mars fór eg við lítla Sirius til Leynar til pápa mín at verða partur av byggingarprocessini av sjálvum leikhúsinum.

Babba hevði longu skorið tað mesta av tilfarinum til, 6mm reyður meranti krossviður, hesa ferð als ikki reyðar.....
Tað fyrsta vit gjørdu var at seta kassarnar saman, teir báðar kassarnar, sum skulu vera pallgólv, og annars goyma alt tilfar sum sleppur niður í teir, dukkur, teknikkur, ljós etc. Sjálvur fronturin fer ikki at passa í, har verða nakrar leysar plátur, sum ikki fara at passa í, tíverri. Men tað er avmarka, hvussu nógv tað ber til at falda frontin og framvegis hava hann stabilan, tað er hóast alt 2 m x 1m 60 og kassarnir eru 85 x 40 x 100 cm. Babba hevði latið frontin verða eitt sindur størri, tí pláturnar vóru ta støddina, haldi tað eru 15 cm hvørju megin. Tað merkir, at til ber at seta hátalararnar uttanfyri sjálvan pallin, uttan at teir síggjast.


1. kassi settur saman.

Niðasti partur av síðunum framman.
Vit taka mát, líma listar á, og tryggja hvar gjøgnumgangandi strukturin skal sita: Fýra 2 m langir pinnar, einar 4 x 4 cm ella so.


Tað av tilfarinum, sum ikki er reytt meranti er uppskorin rekaviður, nógv av tí í hvussu so er.

Eitt sindur av moralskum stuðli má man hava, Siriusar áhugi ger tað enn stuttligari at arbeiða. Her roynir babba ein av frontunum á pallgólvið.
Pallurin settur saman 1. ferð, enn er alt bert fest við tvingum, onki hongsl ella annað smart, sum tað skal sita saman við, so tað er lætt at seta saman og taka sundur aftur og taka við sær. Kassarnir verða helst ov tungir at bera við innihaldi í, men við einum lítlum sekkjavogni skuldi borið til at komi næstan allastaðni.
Allar støddirnar eru soleiðis, at alt uttan trupulleikar sleppur inn í Passpartout, sum nú skjótt verður turnébilur,  :-)

Fyrsta eygnakast inn á pallin. Ein leikari bíðar í kulissunum.
 Fyrsti leikarin trínur inn á pallin.

So er bara eftir at gera bakteppir, sufittir, skaffa ljós og ljóðtøkni, skriva leikin, gera ljóð, alla dekoratión, restina av leikarunum, venja....... et voila Føroya fyrsta marionettteatur hevur premieru....
Oy tað er langt á mál enn.......