Monday, July 1, 2013

Bloggan flutt....

Onkur hevur kanska undra seg, at ongi tíðindi longur eru á Karavella-blogginum.
Tíðindini hjá Karavella Marionett-Teatri eru nevniliga flutt til heimasíðina hjá leikhússtjóranum: www.rakelhelmsdal.info, sum júst er vorðin umbygd.
Karavella hevur sína egnu síðu har.
Hereftir koma øll tíðindi um Karavella, leikir og leikarar á hesa nýggju síðuna.

Nú flúgva lítlibeiggi og álvagentan Vár yvir í næsta blogg!
Farvæl trúgvu lesarar, vónandi síggjast vit aftur har!