Monday, January 24, 2011

Skeið í ljós- og ljóðtøkni

Onkuntíð hongur tilvera bara rætt saman, hendingar sum hava brúk fyri hvørjum øðrum, henda í senn o.s.fr. Soleiðis var tað við nýggjasta skeiðnum hjá MáF í ljós- og ljóðið. Eg siti og arbeiði við at gera mítt marionettleikhús og mær nýtist at vita meira um, hvussu eg skal seta ljós til leikhúsið og hvussu eg skal fáa ljóð til leikirnar. Bingo, so er knappliga skeið hjá MáF um júst tað sama! Tíbetur var pláss á skeiðnum, sum eg ikki varnaðist fyrr enn fáar dagar fyri tað byrjaði.


Nú er tað so yvirstaðið og eg eri vorðin eitt sindur klókari uppá ljós og ljóð, um enn har væntar nakað (nógv).
Tað var Árni Baldvinsson, sum hevði ljósskeiði og Jóannes Steingrund, sum hevði ljóðpartin. Tað um ljós skilti eg væl betur enn tað um ljóð. Havi eisini eitt sindur hægri støði í ljósvitan, eftirsum eg var á hasum ljósdesign-skeiðnum í 3 vikur í NLH, tá Antigone varð settur upp. Tá var tað sviðin Eric Westerlund, sum hevði skeið.


Hetta skeiði var eisini meira at snodda til evni, ein dagur til ljós og ein til ljóð.
Ljóð er øgiliga matematiskt, nógv at hasum koblar ein garvaðan málsling sum meg av, næstan beinanvegin, men eitt sindur klókari bleiv eg kortini.
Ljós er bara so ótrúliga facinerandi. Bara hetta við at gundlitirnir í ljósið als ikki eru teir somu, sum eg havi vita um, síðani eg var smábarn, tað er til at gerast í ørviti av. At hugsa tær: Tú blandar reytt, blátt og (halt tær nú fast) grønt! og fært hvítt! Tú blandar reytt og grønt og fært GULT!
Er tað ikki bara garrvilt?! Og tað ringasta av øllum: Hetta er meira veruligt enn hitt, tí tað er hetta vit veruliga síggja, hitt, sum vit hava lært upprunaliga, er bara nakað sum vit halda vit síggja...... Huff......

Her er meira at lesa um ljós. Facinerandi!! Fari inn og les :)

Friday, January 14, 2011

Tað gongur framá

So er tað at enda eydnast mær at bíleggja og gjalda dukkuhár úr tibetanskum lambsskinni úr New Zealandi. Kortinum hjá mær bilti onki, tað var aðrastes okkurt var galið.
Vónandi tekur tað ikki alt ov langa tíð at koma runt um jørðina :) Tað vigar í hvussu so er ikki nógv, 12 stykkir av skinni, 10,2 x 10,2 cm við upp til 11 cm longum hárum kunnu ikki vigað nakað av týdningi. Havi keypt í 8 litum:




Eg eri sera spent :)


Nú má eg bara vera líka treisk við eygunum.........

Thursday, January 13, 2011

Frustratiónir!!


Oy, internetið og internethandil skal vera so fantastiskur, so smart og alt tað heila, men eg veit bara, at tað er ikki bara bara....
Nú havi eg í tríggjar dagar roynt at bílagt týdningarmikið tilfar til marionettarbeiði.
Tað tók mær langa tíð at finna tilfar: dukkueygu, dukkuhár og góð smá amboð til modellering, men eg fann tey so til endans, tey heilt røttu. Eyguni kann eg møguliga skaffa úr USA, hárið úr New Zealandi og amboðini úr Canada, men.... eitt stórt MEN! Kontokortið hjá mær vil ikki rigga, ella eru tað teirra heimasíður sum ikki rigga, ikki veit eg, men keypið gongur ikki ígjøgnum.


Eygnafabrikkin, G. Schoepfer Inc.sum hevur tað stórsta úrvali av dukkueygum og tann sámiligasta prísin, vil ikki senda til Føroyar, men tað er ordna, fastur mín Kitte í Albertslund kann gott senda tey víðari til mín. Danmark kunnu tey gott senda til, siga tey. Men eg sleppi ikki at gjalda við hesum klikkaða plastkortinum, sum annars altíð hevur riggað ópáklagiligt, tá eg havi bílagt bøkur á Amazone og alt møguligt roks fyri Gwenaël.
Julie frá Dollworld í New Zealandi, sum selur tibetansk lambsskinn, vil hjartans fegin senda til Føroyar, hóast tað er hinumegin klótuna og tað fyri bara 38 kr í forsendilsi. Hon er sera hjálpsom, men aftur er tað hatta forb... kortið sum ikki vil. Eg havi kontakta Bank Nordik (klikka navn fyri Føroya Banka....), og tey kanna málið. Men hvat nú, um tey ikki finna mistakið? Eg skal hava hatta skinni, tað er tað besta til dukkuhár, sær so gott og náttúrligt út (altso ikki tað pink og bláa á myndini), havi sæð tað "in action" á nógvum fínum dukkum.
Tey, sum selja tey at síggja til perfektu modeleringamboðini, Currys í Canada, vilja ikki senda út úr Canada, men fegin til onkran familjulim hjá mær í Canada.... hmm, kanska skuldi man roynt at funni onkrar av abbadøtrunum hjá onkel Frantz, vit eru jú trímenningar, so kanska...... Men harragud! sum tað er bronglut!
So víst er tað smart tað heila, men nemt!? So avgjørt ikki!

Wednesday, January 12, 2011

Navnið

Ein av stóru spurningunum er: Hvat skal leikhúsið eita? 

Eg veit ikki enn, faktisk slett ikki, men vónandi kemur eitthvørt smart/klókt/gott upp onkran dagin. Men tað skal eita marionett-teatur! ikki dukkuleikhús, tað er avgjørt.

Tá eg fyri 9 árum síðani byrjaði at gera ætlanir um hetta, hevði eg eitt gott navn:
"Skipara Hansens Marionett-Teatur."
Tað skuldi vera í Norðstovuni í Skipara Hansenshúsið, har vit búðu tá, og áskoðaranir skuldu koma til mín.
Men Felisia kom, tíðin gekk og vit fluttu úr Skipara Hansenshúsið og út á Debesartrøð. Ætlanin er ikki longur at hava leikhúsið heima, men at ferðast við tí.
So ja, tann stóri spurningurin: Hvat skal leikhúsið eita?

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 10. partur

Og so kom seinasti dagurin. Gleddi meg sjálvandi ómetaligt at koma heim til familjuna, men har var bara so nógv eftir at síggja í Prag. Eg má fara hagar aftur!!
Ein "vodník" bjóða vælkomin á spøkilsissavnið. Ein vodnik er eitt slag av tjekkiskum nyki. Hann kann mann fáa sum "ger-tað-sjálv"-marionett frá Truhlar.  
Eini stuttlig spegilshús vitjaði eg eisini.

Bara ein flott hurð. Eg elski allar hesar flottu hurðarnar, man sær í gomlum býum niðri í Evropa.

Og ein flott mynd á eini hugnaligari matstovu seinsta kvøldið eftir at hava verið til klassika konsert uppi á slottinum. Og so baybay Prag - fyri hesa ferð.

Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 9. partur

Eg var í einum spøkilsissavnið, sum lá beint við har eg búði. Sera insperandi, gyyyseligt :)

Og ein túr við hjuldampara á Moldauánni, meðan "Moldau" hjá Smetana spældi í hátalaranum á bátinum.
Eg var her! Eg mátti líkasum taka ein sjálvsmynd, so ongin skal halda, at eg bara havi tikið allar myndirnar av netinum ;-)




Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 8. partur

Her eru 4 myndir frá Truhlar Marionety handlinum, tí sum liggur næstan beint undir Karslbrúnni. Tey hava ein handil afturat, men hann náddi eg ikki at finna. 
 


Restina av myndunum eg tók, og sum pápi og beiggi míni tóku í heyst, liggja á hesum Picasa albuminum.
Truhlar Marionety
Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 7. partur

Á marionettfabrikkini!
Her eru nakrar myndir úr lítla rúminum, sum var øll verksmiðjan. Har vóru "bodyparts" allarstaðni, og í einum horni sat ein maður og seymaði við eini búnar við eini gamlari hondvundnari seymimaskinu. Mamma Pavel var tann sum designaði høvdini, segði hann, og so høvdu tey onkran snikkara, sum dreyaði lutirnar til teirra. Kropparnir vórðu síðani settir saman og hondmálaðir og pakkaðir her í hesum lítla rúminum.








Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 6. partur

So kom hæddarpunktið á sjálvari ferðini, tað sum eg var komin eftir: Ein samrøða við ein rættuliga dukkumakara og -leikara: Pavel Truhlar.
Í marionetthandlinum Truhlar Marionety, tí besta í býnum, har tey seldu veruliga listariligar marionettir, hevði eg spurgt gentuna í handlinum, sum annars stóð og keddi seg eitt sindur, tí ongi fólk vóru har uttan eg, sum bara hgudi og hugdi og hugdi og hvørki keypti ella vísti tekin um at fara út aftur, um hon kendi nakran dukkumakara. Ja, segði hon, stjórin hjá mær, hann sum eigur handilin. Eg skal ringja til hansara. So fekk eg t-post og telefonnummarið hjá honum. Hetta var longu næsta dagin í býnum.
Eg sendi t-post, men hoyrdi onki aftur og tí at tíðin rann, avjørdi eg at bíta mína telefonfobi í meg og ringja. Gott eg gjørdi tað, tí hann var ikki í býnum og hevði tí ikki lisið mín t-post. Hann vildi fegin siga mær frá um dukkumakarí, um eg kom tá og tá nakrar dagar seinni.
Og her eri eg so: Á marionettfabrikkini Truhlar Marionety
 Ein eingil og ein djevul á vegginum í skrivstovuni hjá Pavel Truhlar.

Ein annar lítil djevul.
Og Truhlar sjálvur, sum ein vinur hansara hevði gjørt hann. Líktist sera væl!



Eg fekk ómetaliga nógv at vita har hjá teimum. Hann hevði sjálvur fyrr havt sítt einmans marionettteatur, so tað var júst rætti perónurin at tosa við. Nú eru teir fýra vinmenn, sum hava eitt ferandi leikhús saman, men tað er ikki høvuðsvinna teirra. Pavel Truhlar hevur marionettfabrikk, har hann framleiðis hondgjørdar, men seriuframleiddar marionettir til serliga týska marknaðin. Hygg á heimasíðuna hjá teimum, tær eru eisini fínar, hóast tær eru seriuframleiddar.
Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 5. partur

Fleiri stuttligt høvd í Prag:

Ein lítil gargoyla, sum jú í veruleikanum bara er eitt takrennufrárensl. Hvør hevði nú á døgum hugsa um at prýða eitt frárensl? Kanska skuldu vit........

Eitt nokkso stuttligt halgimenni. Glorian situr sum ein lítil gullparasol yvir høvdinum.
Ein sera fín lítil matstova, sum í sínum hugnaliga bakgarði hevði maskur á vegginum millum skriðplanturnar. Sat har í langa tíð og neyt kvirruna og at hoyra grannarnar práta í húsunum kring bakgarðin. So herligt at hoyra røddir práta, og als ikki geva sær far um, hvat tær siga, tí tú skilur kortini ikki eitt orð av tí.

Posted by Picasa

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 4. partur

Eg elski gargoylur (sum tíverri onki eita á føroyskum), og taki myndir av teimum, hvar eg komi. Her er nakrar av teimum pragsku gargoylunum.






 Í stóra St. Vitus-katedralinum sótu tvær og umvældu marmorgólvið. Eitt spennandi handverk, sum eg ikki visti var til. Skuldi kanska sagt "Uventet bekendskap med et håndværk"? ;-)

Posted by Picasa