Wednesday, January 12, 2011

Kanningarferð til Prag - juni 2010 - 1. partur

Á várið 2010 fekk eg játtað svar uppá umsókn um íverksetarastuðul til at gera mítt marionettleikhús og í hesum umsókn søkti eg m.a. um at gera kanningarferð til Prag ella aðrastaðni, har marionettir eru gomul traditión. Sjálvandi valdi eg Prag, heimsins marionetthøvuðsstað!
Eg fór avstað fyrst í juni, eftir ein sviptúr á Madrid á bókamessuni, Feria del Libro, har eg var boðin saman við samhøvundum mínum, Áslaug og Kalle.
Dagar míni í Prag gingu við at súgva so nógv inntrykk og informatión í meg sum gjørligt. Eg fór, um eg so má siga, við einum opnum kuffertið, sum eg skuldi fylla at møguleikum og hjálp til at byrja mína verkætlan. Eg kann nú ½ ár seinni bara konstatera, at hetta eydnaðist til fulnar.
Her koma nøkur av inntrykkum mínum úr Prag:

Ein løgin mannafuglur á einum pinni millum tvey tættstandandi hús.

Slitna leiktjaldi á Marionetttjóðleikhúsinum, har eg hugdi at Don Giovanni. Helst høvdu tey spælt hann í áravís, tí marionettirnar vóru slitnar og litfarnar. Men tey dugdu væl og eg havi ikki sæð marionettleik í nógv, nógv ár, so eg neyt tað.
Vakra, vakra Prag.
Tú kanst ganga í dagar og aftur dagar og bara síggja nýggj vøkur ting kring teg allastaðni!
Posted by Picasa

No comments:

Post a Comment