Wednesday, June 15, 2011

Premiera á Ólavsøku

Um alt gongur eftir ætlan, so verða fyrstu framførslurnar hjá Karavella Marionett-teatri av Revinum við silkiturriklæðinum á Ólavsøku í hølum hjá Føroya Landsbókasavnið.
Nógv er eftir enn at, men vónandi gongur tað alt upp í eina hægri eind, hóast tíðin streymar.
So ikki meira snakk, tað er bara at bretta upp um armar............

Tuesday, June 14, 2011

Ikki longur navnleyst!!



So er tað avgjørt!! Leikhúsið hevur fingið navn: 
Karavella Marionett-teatur!

Eftir nógva umhugsan eri eg vend aftur til mítt allarfyrsta hugskot, navnið sum eg sá á einum skelti í Prag. Eg veit ikki, hvat skelti førdi til, har var stongt, men tað ljóðaði væl.Navnið hevur malið í høvdinum á mær síðani.
Ein karavell er eitt 2 ella 3 mastra seglskip við latínaraseglum. Tað er serliga lætt at stýra, lætt og siglur skjótt. Hetta haldi eg hóskar væl til eitt ferðandi marionett-teatur.


Wednesday, June 1, 2011

Nú hendir ein rúgva!

Hesar seinastu dagarnir standa heilt í "marionetterners tegn", fyri at blíva eitt sindur Williamsk. Eftir at leikhúsið varð liðugt málað í Leynum, bleiv tað fyrradagin pakka saman og flutt heim. 










Í gjár setti eg tað so upp í kamarinum hjá Gwenaël, sum er einasta staðið leikhúsið fær staðið uppi uttan at órógva alt húsið. Gwenaël verður kortini í Fraklandi ein heilan mánað av tíðini leikhúsið skal standa har.
Fyri fyrstu ferð er so alt sett saman, orkesturgrøvina bar ikki til at seta á á Sjóvarloftinum.




Nú er relieffið, sum skal sita yvir pallinum eisini næstan liðugt. Eg byrjaði uppá tað fyri nøkrum vikum síðani, og eg varð liðug at moddelera tað síðstu viku. Nú kann eg byrja at mála.

Her er tað ómálað. Helt meg hava tikið nakrar myndir meðan arbeiði var í gongd, men tær eru horvnar....
Litirnir byrja at koma...........
Men enn havi eg ikki funnið eitt navn!!!