Tuesday, July 5, 2011

Venjingarnar byrja

Í gjár hevði eg fyrsta fund við mín leikstjóra, nevniliga ta navnframu Hedvig Westerlund Kapnas!


Hon sá leikhúsið og umstøðurnar og heilsaði uppá leikararnar og fekk fleiri teirra til at improvisera eitt sindur á pallinum.


Síðani fekk hon meg at siga alt hetta nýggja ævintýri um revin í silkiturriklæðinum fyri Sirius, sum lurtaði vælnøgdur.
Hon gav mær sum heimaarbeiði at læra meg tær tvær seinastu scenurnar í morgin.
Um eg skal náa alt, má eg læra meg í hvussu so er tvær scenur um dagin komandi dagarnar, annars gongur tað heilt einfalt ikki, so tað er bara at bretta upp um armar!!



No comments:

Post a Comment