Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik.
Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út.
Til ber enn at bíleggja sýningar. Upptikið er til og við 12. mars.
17. og 18. mars fara vit at spæla fýra almennar sýningar í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum, men aðrar sýningar eru enn ikki á skránni eftir 12. mars, so tey, sum skunda sær at seta seg í samband við okkum, fara at kunna velja millum dagarnar eftir eru. Her er lýsingartekstur okkara:
Fá eitt marionett-leikhús á vitjan!
Karavella Marionett-Teatur er eitt ferðandi leikhús, sum á hvørjum árið framførir ein nýggjan leik. Leikárið 2011/12 eitur leikurin “Revurin við silkiturriklæðinum”.
Leikurin er bygdur á ævintýrið hjá Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat botté” (Køtturin í stivlum). Hetta er eitt heldur óvanligt ævintýr: Revurin bæði lýgur, lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan og seymikonudótturin skal onki annað gera fyri at vinna ríkidømi og kongssonin, enn hava álit á revinum. Ævintýrið vísir, at tað ber til at yvirliva og eydnast í lívinum, hóast útlitini eru vánalig; børn, sum jú ikki kunnu gera stórt at ávirka umhvørvi sítt, og ofta verða vónsvikin av miseydnaðum royndum, kunnu kenna ugga í slíkari søgu. Tað loysir seg, at varnast tær smáu gerðirnar...
Leikurin, sum er 40 minuttir til longdar, er egnaður børnum frá 3 til 10 ár.
Les meira um Karavella Marionett-Teatur á http://karavella-marionett.blogspot.com/
Kostnaður fyri eina sýning er 4500 kr. Eru fleiri sýningar í sama høli er kostnaðurin 3500 kr fyri hvørja av teimum seinnu. Til ber t.d. at skúli og dagstovnur í somu bygd /býi bíleggja sýningar saman.
Karavella Marionett-Teatur vitjar kring alt landið, har til ber at koma við leikhúsbilinum.
Krøv til høli: Skal kunna myrkaleggjast og hava eina vanliga streymkontakt. Skal vera nóg stórt til eitt leikhús á 240 x 85 cm í gólvvídd og pláss til áskoðarar.
Í mesta lagið 60 áskoðarar kunnu vera til hvørja sýning.
Karavella Marionett-Teatur spælir leikin fram til 31. mars. Vit kunna avtala nær tað liggur best fyri.
Bílegg hjá Rakel Helmsdal á tlf. 216596 ella á telduposti rakel(at)helmsdal.fo.
Í samband við sýningina ber til at ogna sær nýggju bókina “Revurin við silkiturriklæðinum”, sum forlagið Kalessin gevur út, til niðursettan prís.
No comments:
Post a Comment