Sunday, March 18, 2012

"Børn elska góðar søgur" - grein í Sosialinum 17. mars


Skúlin eigur at lata upp fyri nógv størri kreativiteti, sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal, sum hetta vikuskiftið sýnir dukkuleikin, Revurin við silkiturriklæðinum í Sjónleikarahúsinum í Havn.

Tekstur: Dorit Hansen
Mynd: HeinesenMyndir
Uppi undir loftinum skríður ein dreki, á gólvinum spæla tvær stórar kettur, og í kjallaranum niðri undir okkum sita hálvliðnir sjónleikarar og bíða eftir at fáa hár av tibetanskum lambsskinni. Vit sita inni í glasstovuni hjá rithøvundanum Rakel Helmsdal og tosa um ævintýr og føroyska fólkaskúlan. 
Rakel hevur í vetur havt fleiri skúla- og barnagarðssýningar við dukkuleikinum, Revurin við silkiturriklæðinum. Hon hevur sjálv skrivað leikritið og gjørt leikarnar, og við tveimum hondum og einum fóti stýrir hon allari sýningini.
- Børn elska góðar søgur, tey eiga at sleppa at njóta tær, uttan at vit petta tær sundur ella vísa teimum træðrirnar í dukkunum, sigur Rakel, sum ikki loyvir smáu børnunum afturum leiktjøldini, tá hon sýnir fram.  Hon vil ikki stjala upplivingina frá teimum og heldur,  at eisini í skúlanum áttu børn at fingið loyvi at liva seg inn í nýggjar veruleikar.
Kúllaligir dreingir hvørva í dukkuleiki
Dukkuleikurin hjá Rakel hevur serliga verið sýndir fyri yngri børnum, men størri børn hava eisini sæð leikin og verið hugtikin av honum.
- Tá eg setti leikin upp í Miðvági fyri barnagarðsbørnum, vóru nakrir størri dreingir í skúlanum, har sýningin skuldi vera. Teir blivu við at ganga uppi í, meðan eg setti upp, og órógvaðu faktiskt eitt sindur. Men so segði eg við teir, at teir kundu sleppa at hyggja, um teir ikki pilkaðu við nakað.
- Og teir vóru púra burtur í dukkunum og leikpallinum, teir spurdu og spurdu, og tá barnagarðsbørnini komu, vildu teir eisini sleppa at sita og hyggja.  Ein av dreingjunum segði við meg aftaná, at tá hann fór at vera stórur, fór hann eisini at vera dukkuleikstjóri, greiðir Rakel flennandi frá.
Seinni segði ein vaskikona henni, at hesir dreingirnir vóru tiltiknir fyri ikki at duga at sita stillir til nakað sum helst.
Í læru hjá marionettmakara í Prag
Tá Rakel í 2010 fekk íverksetarastuðul frá Mentanargrunni Landsins, fór hon námsferð til Prag. Hon hevði leingi droymt um at stovna egið marionettleikhús, og Prag er heimsins marionett-høvuðsstaður.
- Eg vildi hava eitt leikhús, har eg fekk gjørt alt sjálv, men allar tær dukkurnar, sum eg hevði sæð, bæði í bókum og á netinum, vóru dukkur, sum vóru stýrdar av tveimum hondum. Og skalt tú brúka báðar hendurnar til eina dukku, er ikki lætt at hava fleiri dukkur á pallinum.
Men í Prag fann hon út av, at í Eysturevropa er tað siðvenja við einhandsdukkum. Og hon fann eisini  ein marionettmakara, sum sjálvur hevði havt eitt einmans marionettleikhús í fleiri ár.
- Eg keypti reyða revin í Prag og fekk nógv góð ráð um, hvussu eg kundi gera dukkur og leikhús. Síðani fór eg heim aftur og gjørdi allar hinar dukkurnar í leikinum, greiðir Rakel frá.
Oyðimarkagongd og ein nunna uttan rútmu
Ein skuldi trúð, at ein genta, sum elskar at lesa og skriva, hevur havt eitt perlulív í skúlanum, men so var ikki, sigur Rakel Helmsdal.
- Mín egna skúlagongd var ein oyðimarkagongd. Tað, sum eg dugdi, hevði einki virði. Man skuldi duga tingini uttanat, og tað var ikki nakað pluss at hava eitt gott hugflog.
Henni dámdi væl at lesa, men hon las bara danskt. Alt tað føroyska var gamalt og fremmant, og tað, sum var týtt, var tungt og stirvið. Stílevni sum “Mín summarferia” og “Mín jólaferia” vaktu heldur onga skrivigleði.
Millum góðu lærararnar minnist Rakel nunnuna Systur Jaqueline í Sankta Frans Skúla, sum hon hevði í sangi. Nunnan hevði ongan rútmusans, men hon dugdi væl at fortelja.
- Hon dugdi so ótrúliga væl at endursiga søgur, sum hon hevði lisið. Tímarnir hjá henni eru millum bestu løturnar, sum eg minnist úr skúlanum, sigur føroyski rithøvundurin.
Pápabeiggin við pappírs Shakespeare
Tað, sum Rakel ikki fekk í skúlanum, fekk hon við hús. Pápin las søgur fyri henni og eggjaði henni at skriva. Og mamman hevði givið yrkingasøvn út og víst, at skriving var ein møgulig yrkisleið.
- Sum smágenta tók mamma mín meg við til dukkuleik hjá Ragnheiður Skipper og hennara Silkeborg Dukketeater, sum ferðaðist í Føroyum fleiri ferðir.
- Ragnheiður og mamma vóru barndómsvinkonur, og eg helt leikirnar vera fantastiska hugtakandi. Møguliga var hetta fyrsti spírin til marionettdreymin, sigur Rakel. Ella kanska var tað pápabeiggin, sum sáddi fyrsta spíran. Hann var prestur og hevði eitt flott pappírsdukkuleikhús heima við hús.
- Hann klippti millum annað dukkur til leikin Hamlet eftir Shakespeare, síðani tók hann leikin uppá ljóðband, har øll í familjuni lósu ymiskar leiklutir inn. Og so spældi hann leikin við pappírsdukkunum, meðan ljóðbandið koyrdi aftanfyri.
Børn læra við at spæla og skapa
Dóttir Rakel gongur í Frískúlanum í Havn. Har er ein helt øðrvísi undirvísing enn tann, Rakel kennir frá sínum egna barndómi og frá skúlagongdini hjá elsta soninum.
- Elsti sonurin hevði tað lætt í fólkaskúlanum,  men fekk frið, tí hann lærdi skjótt. Av tí sama lærdi hann ikki at arbeiða og fekk eitt sjokk, tá hann kom í Hoydalar. Í Frískúlanum fáa øll børn avbjóðingar, tí hvørt einstakt barn fær síni egnu skúlating. Tey verða alla tíðina ment eitt petti longur, enn har tey eru.
Og tey verða eggjað til sjálvi at skapa. Tá tey t.d. gera bókaummælið, sum øll gera heilt frá 1. flokki,  skriva tey ikki bara um bókina, men gera eisini eina sjálvvalda verkætlan út frá bókini, skapa onkran lut, gera tekningar og onkur hevur gjørt kvæði út frá bókini. At gera læringina ítøkiliga er ein aðaltáttur í skúlanum. Hetta hálvárið hava tey havið sum tema, og tí verða lutir og hugtøk úr sjónum drigin inn í allar lærugreinar.
-  Tey skapa og spæla - og læra av tí sama nógv meira enn onnur børn, heldur Rakel.
Lítisvirdi, men lívsneyðugi kreativiteturin
Sambært føroyska rithøvundanum, kann fólkaskúlin læra nógv av Frískúlanum. Frískúlin er øðrvísi skipaður, men eisini uttan tær stóru kollveltingarnar ber til at lata upp fyri størri kreativiteti og menning í fólkaskúlanum.
- Vit skulu fortelja tær góðu søgurnar, ikki bara greina tær og petta tær sundur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja teirra egnu søgur. Børn hava eitt innara ríkidømi, sum skúlin kann draga fram heldur enn køva,  tí kreativiteturin er lívsneyðugur fyri bæði læringina og lívið, staðfestir Rakel Helmsdal
Ketturnar á gólvinum eru sovnaðar, við køksborðið situr dóttirin og roknar saman við pápanum, og uttanfyri stóru vindeyguni í glasstovuni er lítli urtagarðurin nú horvin í kvøldarmyrkrinum. Í morgin verður aftur ein vanligur skúladagur hjá børnum í Føroyum, og um vikuskiftið fara marionett leikarnir í  Karevalla Marionett-Teatrinum á pall í Sjónleikahúsinum í Havn.

Faktaboksir:
Karavella Marionett-Teatur
Navnið hjá leikhúsinum, Karavella Marionett-Teatur, stavar frá einari hurð í Prag. Hurðin var stongd, men aðrar hurðar lótu seg upp fyri Rakel Helmsdal, og stutt eftir gjørdist føroyska Karavella Marionett-Teatur veruleiki.
Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastra seglskip, sum er serliga lætt at stýra og siglur skjótt. Karavella Marionett-Teatur er eitt einkvinnuleikhús, sum eftir ætlan skal ferðast kring landið við einum nýggjum leiki á hvørjum ári.
Í ár hevur Karavella Marionett-Teatur havt 13 marionett leikarar. Ein marionett er ein dukka, sum verður stýrd við træðrum, og marionettsjónleikur er gomul siðvenja, sum kann førast heilt aftur til 2000 f.Kr.
 Revurin við silkiturriklæðinum
Leikurin  Revurin við silkiturriklæðinum er bygdur á klassiska ævintýrið hjá Charles Perrault um Køttin í styvlunum.  Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum júst hevur mist mammu sína. Ein revur bjóðar seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæðið hjá mammuni. Revurin bæði lýgur, lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan í leikinum.
Pápi Rakel, Ole Jakob Nielsen, hevur smíðað leikhúsið, Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað, Árni Baldvinsson hevur bygt pinkuljósskipanina, og Kjartan Nolsøe Jespersen hevur verið ljóð og ljóstøkningur.
Leikurin var frumframsýndur á Ólavsøku 2011, og seinastu sýningarnar verða hendan mánaðin. Um vikuskifti verður leikurin sýndur í Snikkarastovu í Sjónleikarahúsinum (inngongd í kjallaranum). Sýningarnar vera leygardagin og sunnudagin báðar dagar klokkan 15 og 17.

No comments:

Post a Comment