Her er eitt lítið brot úr leikinum.
Myndagóðskan er ikki góð, men betur havi eg tað tíverri ikki enn....
Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu
almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.
Á
Ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum
“Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast kring landið
og spælt í skúlum og barnagørðum. Nú verða so seinastu almennu sýningarnar í
Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum leygardagin og sunnudagin kl. 15 og 17.
Leikurin
er bygdur á klassiska ævintýri hjá
Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat
botté” (Køtturin í stivlum). Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur
einsamøll eftir í verðini. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann
fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæði, einasta minni hon hevur eftir
deyðu mammu sína. Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar,
men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt.
Leikurin er um 40 minuttir og er fyri børn og barnligar sálir. Marionettleikir
og ævintýr hava tað til felags, at tey eru fyri allar aldrar.
Karavella
Marionett-Teatur hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og
hevur skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar
leiklutirnar. Hon hevur fingið holla hjálp frá Ole Jakob Nielsen (Føroysk
Træslist) til at smíða leikhúsið, og Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað.
Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hava staðið fyri ljós- og ljóðtøkni.
Rakel
Helmsdal hevur áður roynt seg í flestu greinum innan leiklist, spældi m.a. við í fleiri Leikhúskabarettum síðst í
80’unum, og hevur síðani fingist við ymiskt handan pall: at leikstjórna, seta
ljós og ljóð, seyma búnar og smíða pall, verið framleiðslustjóri og skriva
leikir.
Áhugi hennara
fyri marionettleiki stavar heilt frá barnaárunum. Pápabeiggi hennara hevði eitt
vælútgjørt dukkuleikhús úr pappi, og hevði fingið alla familjuna at spæla
Hamlet inn á spolabandupptakara. Seinni sá hon eisini fleiri ferðir Silkeborg
Dukketeater við føroysku Ragnheiður Skipper, sum plagdi at hava marionettleikir
á Ólavsøku. Hesar bergtakandi upplivingarnir fóru ongantíð heilt úr hugnanum,
og í tannárunum fekk hon pápa sín, dugnaliga trælistamannin Ole Jakob Nielsen,
at gera sær sína fyrstu marionett.
Seinni
fór hon av álvara at granska marionettir og fyri skjótt tveimum um árum síðani fór
hon undir verkætlanina Karavella Marionett-Teatur. Ein námsferð til
marionetthøvuðsstaðin Prag var startskotið og síðani hevur hon modellerað
dukkurnar og seymað búnar og so við og við sett verkætlanina saman.
Ein
karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra,
lætt og siglir skjótt. Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt
til at taka sundur og fara á ferð við.
Tá hesar
sýningarnar eru spældar, verður nýggjur leikur settur upp, sum fer at hava
frumframførslu seinni í ár. Atgongumerki til “Revin við silkiturriklæðinum”
fáast við dyrnar tíma undan sýning.
Bókin um Revin við sikliturriklæðinum er eisini til sølu til niðursettan prís. |
Les alt
um Karavella Marionett-Teatur á her á blogginum!
No comments:
Post a Comment