Wednesday, February 13, 2013

Karavella Marionett-Teatur fær nýggja ljóðskipan



Leingi hevur leikhúsið nýtt nakrar rímuliga góðar telduhátalarar sum ljóðskipan, men telduhátalarar eru og verða telduhátalarar, ergo ætlaðir til at hoyra rættiliga tætt við har tú situr. Úrslitið hevur verið, at ikki hevur borið til at hava ávísar ljóðeffektir so hart frá, sum kanska hevði verið best, sum t.d. tá Stóra Skrímls banka uppá o.l., tí tað fór at skurra í hátalarunum.
Nú er trupulleikin loystur!
Seint í januar settu okkara trúgvi handverkari, Ole Jakob Nielsen og  ein frálíkur ljóðtøkningur, Per Grønlund Petersen, nýggjar hátalarar og forsterkara upp.

Ole Jakob hevur eftir ávísing frá Peri smíða hesar smartu kassarnar, sum hátalararnir skulu sita inni í. Teir skulu hjálpa ljóðinum.

Her tingast teir dúliga, Per vinstrumegin, Ole Jakob høgrumegin.
Teir eru samdir um, at leikhússtjórin bara skal fara víðari, tí teir arbeiða nógv best, tá eg ikki eri har og blandi meg uppí :)
Nakrar dagar seinni varð ljóðskipanin roynd. Hon riggar frálíka væl! Nú skuldi borið til at spælt allan tónleik, bæði symfoniskan tónleik og harðari ljóðeffektir, uttan at tað fer at skurra.
Leikhússtjórin og allir leikararnir takk hjartaliga Ole Jakob og Peri. Vit takka eisini Gwenaël A. Helmsdal Carré fyri at hava hjálpt til at finna ein fittligan lítlan forsterkara, sum hóskar væl til leikhúsið.

No comments:

Post a Comment