Thursday, January 24, 2013

Skrímslini undir Bryggjubakka - 2. partur

Leita eftir vættrapakkum jólaaftansmorgun
Klarinetttrioin handan Á

Jólini vóru vøkur og hugnalig:

Gott nýggjár!!!!








Jóladag á Húsareyni













Men tá jólini vóru av, var neyðugt at fara til arbeiðis aftur. 
Karavella hevði ongar bíleggingar fyri framman, so spurningurin var, um "Skrímslini" vóru liðugtspæld ella um eg skuldi gera onkra kampagnu fyri at fáa fleiri sýningar.
Eg ringdi til fyritøkuna Poul Hansen, og spurdi, um tey ætlaðu at brúka hølini undir Bryggjubakka 3, miðhæddin, í januar, og um ikki, eg so kundi læna hølini.
Eg var púra paff av vælvildini, eg kundi hava hølini fyri onki allan mánaðin!
So fóru brøv út til allar barnagarðar og dagstovnar í býnum, at tey kundu koma oman á Bryggjubakka at síggja Skrímslini fyri ½ prís um tey ikki vóru fleiri enn 40 í senn.
Beinanvegin byrjaðu bíleggingarnar at streyma inn og í dag spæla skrímslini og eg ta 10. sýningina fyri fullum, húsum, og 6 afturat eru á skránni inntil 31. januar.

So er nakar enn, sum hevur hug at bíleggja eina sýning, so eru enn tíðir 28. januar og 31. januar bæði fyrrapart og seinnapart, men so er helst eisini liðugt við Skrímslunum og nýggjur leikur skal setast upp!


Men hervið vil Karavella Marionett-Teatur takka Poul Hansen hjartaliga fyri stuðulin!!



No comments:

Post a Comment