Tann 24. oktober varð karavellin sjósett av álvara: Tann 1. turnéein byrjaði.
Leikhúsið hevur fingið stuðul frá Listaleypinum, og fyri hendan stuðulin skulu vit framføra leikin 10 ferð í 9 skúlum.
Mánadagin 24. okt fór eg so til Hósvíkar at seta upp.
Nú stendur leikhúsið uppi og alt er klárt til at spæla dagin eftir. |
Týsdagin 24. var so 1. sýning og tá hon var av, pakkaði eg niður og fór til Hvalvíkar at seta upp.
Tað var sanniliga ikki bara lætt í Hvalvík. Har var stormur og pláturnar til leikhúsið gjørdust til segl. Karavellin fór fyri fullum seglum singlandi inn í skúlan :) Síðani skuldi alt berast fleiri hæddir upp og seta upp í ein hugnaligum lofti. Tíbetur fekk er sera góða hjálp frá húsavørðinum.
Mikudagin spældu vit í Hvalvík og fóru so víðari til Leirvíkar at seta upp. Vit spældu í Leirvík hósdagin. Ein sera væl skipaður skúli, har tey eru so skilagóð at hava 0. flokk. Vit høvdu tvær sýningar í Leirvík, øll frá 0. til 3. flokk sóu leikin.
Høli var ítrottarhøllin, men húsavørðurin hevði syrgt fyri góðari myrkalegging (svartir plastposar), so tað riggaði væl. |
Krit og post-it's eru góð, tá okkurt týdningarmikið verður gloymt umaftur og umaftur :) |
Tað vísti seg at vera eitt gott hugskot at biðja børnini um at stilla seg á rað eftir hædd, áðrenn tey settu seg. So sóðu øll væl. |
Leikarar práta eftir sýning, meðan tey bíða eftir, at kassin hjá teimum verður klárur. |
No comments:
Post a Comment