Thursday, September 22, 2011

Ferðandi leikhús

Nú er ein góð løta farin, síðani Karavella Marionett-Teatur kom við nøkrum uppdateringum.

Sýningarar á Ólavsøku gingu frálíka væl. Fitt av fólki var til sýningarnar, og nógv gramdu seg um, at tey ikki fingu komið um Ólavsøkuna, tí tey vóru burturstødd. Eg lovaði, at eg skuldi hava aðrar almenner sýningar í Havn seinni, men enn havi eg so ikki gjørt álvara av. Kanni nú møguleikarnar fyri at finna eini hølir til endamálið.

Tá eg var liðug at spæla 31. juli var luftin so sanniliga farin úr ballónini. Tað er hart at venja intensivt í ein mánað, men enn harðari at spæla tvær sýningar (við 13 leiklutum) um dagin í fýra dagar á rað einsamøll. Haldi eg svav út í eitt samdøgri eftir, ella næstan.
August mánaði var Karavellu-fríur, um eg so má siga. Tók mær av familju, helst summarfrí og málaði baðirúm. Um mánaðarskiftið var en niðri í Århus á  Børnenes Bogdag á "Vild med ord"-bókastevnuni, so har fór aftur ein vika.


Síðst í august fekk eg ein fyrispurning frá Sunda Bókasavnið um at koma og spæla hjá teimu 19. september, tá mentanarvika var í Sunda Kommunu.

Eg hevði ikki spælt leingi, og ymiskt var ongantíð vorðið liðugt við teatrinum, so vit fluttu aftur norður til Leynar nakrar dagar.

Um tit hava hugt at Revinum við silkiturriklæðinum, so vita tit kanska ikki, at pallgólvið í veruleikanum er tveir stórir kassar, sum kunnu latast upp og allir leysir lutir til leikhúsið fyllast í.
Tá vit spældu á Landsbókasavninum vóru kassarnir enn ikki innrættaðir, so tað skuldi gerast nú.
Eini kassi skuldi hýsa leikarunum og síðutjøldunum.













Hin allari tøknini og øðrum leysum.















Her eru leikararnir fluttir inn. Tey eru rímuliga væl nøgd, 
men onkur hesur fílst at, at tey ikki fáa persónlig 
sminkurúm. Vilma sigur, at tað hevur hon altíð havt í 
øðrum leikhúsum, har hon hevur spælt.




















Fyrrapartin tann 19. september fylti eg so bilin og koyrdi norðureftir. 

Sunda Bókasavn liggur í skúlanum á Oyrabakka, og har hava tey eina flotta felagshøll mitt í skúlanum, sum kann myrkaleggjast.
Eg setti upp, og varð næstan liðug, tá eg uppdagaði, at ein av nýggju hyllunum í tøkni-kassanum var beint fyri holið til tað fremsta síðuteppi kongamegin. Tíbetur var marionettleikhústænastan ikki longri burtur enn í Leynum, og leikhússmiðjurin Ole Jakob Nielsen var skjótur á staðnum og ordnaði paragraffirnar.

Tá alt var klárt, var júst tíð til eina gjøgnumgongd at koyra tøknina og minna meg á leikgongdina, so varð klokkan 16 og høllin varð fylt við børnum.
Sýningin gekk so hampuligt, kundi verið betur, men eg hevði ikki spælt í meir enn ein mánað, nervarnir vóru í so spentir. Ongi størri brølari hendi, og onkur av "kiksunum", sum eg gjørdi næstan hvørja sýning á Ólavsøku, gjørdi eg ikki nú :)

Tað tók um ein tíma at taka alt niður aftur og pakka bilin. At seta upp hevði tikið næstan tveir.......

No comments:

Post a Comment