Í gjár setti eg tað so upp í kamarinum hjá Gwenaël, sum er einasta staðið leikhúsið fær staðið uppi uttan at órógva alt húsið. Gwenaël verður kortini í Fraklandi ein heilan mánað av tíðini leikhúsið skal standa har.
Fyri fyrstu ferð er so alt sett saman, orkesturgrøvina bar ikki til at seta á á Sjóvarloftinum.
Nú er relieffið, sum skal sita yvir pallinum eisini næstan liðugt. Eg byrjaði uppá tað fyri nøkrum vikum síðani, og eg varð liðug at moddelera tað síðstu viku. Nú kann eg byrja at mála.
Her er tað ómálað. Helt meg hava tikið nakrar myndir meðan arbeiði var í gongd, men tær eru horvnar.... |
Litirnir byrja at koma........... |
No comments:
Post a Comment